Fleiri fjepparar fegnaðust, tá tað var greitt, at eitt amerikanskt lið skuldi við í ársins útgávu av Formel-1. Helst fór hetta at merkja enn meira pening til ítróttina, men soleiðis verður helst ikki. USF1 er longu nú í somikið stórum fíggjarligum trupulleikum, at teir hava biðið um loyvi at sleppa frá at møta til fyrstu fýra Grand Prix’ini í ár, soleiðis at teir kunnu fáa fíggjarviðurskiftini í trygga legu.