Fíggjarlógin – stýring og ábyrgd

Oddagrein:

So fingu vit loksins boðini um, at fíggjarlógin er komin undir land. Løgmaður, fíggjarmálaráðharrin og nú seinast fíggjarnevndarformaðurin hava meldað út, at semja er um fíggjarlógina, tó at allir partar ikki eru líka glaðir.

Tann annars so máttmikli formaðurin í Fíggjarnevndini, við tí yvirmenniskjansliga eyknevninum “Budda á Viðareiði”, sigur við Sosialin í gjár, at hann hevur tapt slagið og hevur lagt kongin – hesaferð. Harvið er ikki sagt, at vit ikki koma at hoyra meira til Kallsberg. Tað koma vit uttan iva, tí hann ætlar sær ikki at taka nakrar avleiðingar av hesum og rýma úr Fíggjarnevndini. Tvørturímóti er hann longu farin at brynja seg út til komandi avgerðir, og her liggur helst í kortunum, at tunlarnir norður um Fjall koma á aftur íløgukarmin í næstu framtíð.

Hvat kunnu vit so brúka hesa sokallaðu semju til! Hava vit nú fingið eina fíggjarlóg, sum setir út í kortið ein nýggjan politikk, sum fer inn og fremur strukturellu broytingarnar, sum øll tosa um eru so neyðugar! Tekur fíggjarlógin hædd fyri teimum stóru avbjóðingunum, sum kreppan hevur við sær og sum avmarkaðu ressursur okkara geva rúm fyri!

Tíverri mugu vit svara nei til allar hesar spurningar. Fíggjarlógin er bara ein fantasileys dagføring við einum plenuklippara sum amboð. 2% av útreiðslunum hjá øllum almennum stovnum við undantaki av heilsuverki og nærverki, sum skal spara 0,75%. Man fer ikki inn spesifikt og spyr, um tað eru øki í samfelagnum vit noyðast at verða heilt fyriuttan ella fremja avmarkingar sum ein avleiðing av minkandi inntøkunum í samfelagnum.

Heldur enn eina sveinaroynd kunnu vit kalla fíggjarlógina fyri ein neyðsemju. Hon ber boð um manglandi stýring og ábyrgdarkenslu frá landsins leiðslu, sum annars nettupp er sett til at stýra og taka ábyrgd. Hon er meira at líkna við ein mekaniskan lut heldur enn eitt livandi fundament, har sett verður út í kortið av nýggjum við m.a. eini visión um struktuellar broytingar.

Her mugu vit geva Magna Laksafoss rætt, tá hann sigur, at ongar strukturellar broytingar síggjast aftur í fíggjarlógini tvs. at hon avspeglar ikki tað samfelag, sum vit hava í dag og koma at hava í mong ár fram. Hon nemur m.a. als ikki við dupultfunktiónir, sum nettupp eru partur av struktuellum broytingum. Hildið verður tvørturímóti fram við fleiri dupultfunktiónum eitt nú í sjúkrahúsverkinum sum var tað ein heilag lóg, ið er galdandi fyri alla framtíð: at vit skulu hava trý sjúkrahús kosta hvat tað kosta vil. Vit hava tvær tryggingarmiðstøðir og soleiðis kundi verið hildið fram.

Um somu tíð, sum ráðini verða meira og meira avmarkað, verður blokkurin niðurlagaður, yvirtøkur verða framdar og dupultfunktiónir sleppa at halda fram. Samfelagið Føroyar er merkt av væntandi stýring og manglandi ábyrgdarkenslu. Fyri ikki at siga manglandi politiskum dirvi til at taka neyðugar avgerðir.

Fíggjarlógarsemjan er prógv um, at ABC2 er ikki stjórnarfør, her er ov nógv, sum skilur og ov lítið, sum sameinar.



?