Kvinnuflogbóltur
Dráttur hevur í ár argað ÍF eina einstaka ferð, tá tær vunnu heimadystin í grundspælinum. Tí vóru tær úr Fuglafirði ávaraðar, tá tær sunnudagin enn einaferð skuldu taka ímóti Drátti, og hesaferð kiksaði tað ikki hjá oddaliðnum.
Tó so, so togaði Dráttur eitt sindur ímóti . Eftir at ÍF hevði vunnið fyrsta settið so toluliga sannførandi, var tað brádliga Dráttur, sum tók sær av næsta settinum. Kanska gav hetta eisini Drátti trúnna uppá, at tað skuldi verða gjørligt at basa oddaliðnum einaferð enn, men vóru slíkar vónir til, so vórðu tær so dyggiliga gjørdar til einkis. ÍF setti nevnliga fulla ferð á í tríðja settinum, sum varð vunnið uttan stórvegis roks, og at Dráttur so enn einaferð royndi at muta eitt sindur ímóti seinasta settið, fekk minni týdning.
Við sigrinum helt ÍF sjálvandi fyrst og fremst fast um oddasessin, og tað var sjálvandi tað, sum dagurin fyrst og fremst snúi seg um. Hinvegin er einki at ivast í, at tað frøddi ÍF almikið, at TB samtundis snávaði í Klaksvík. Hetta inniber nevnliga, at ÍF nú hevur ein part minni at stríðast við í oddinum, har talan annars hevur verið um trý lið størsta partin av árinum. Og samstundis er greitt, at vit um tvær vikur fáa ein veruligan lykladyst í gullstríðnu, tá ÍF vitjar í Klaksvík. Megnar ÍF tá at endurtaka sigurin frá Mjølnir kappingini, liggja tær meira enn væl fyri at vinna fyrsta meistaraheitið hjá kvinnunum.