Til dagligt starvast John Petersen sum tímalærari á Vestre Skole í Viborg. Ein dagin, tá ið hann kom til húsa eftir skúlatíð, segði unnustan, at Jógvan Martin Olsen hevði ringt og spurt eftir honum.
Ivaðist ikki eina løtu
- Eg hugsaði við mær sjálvum, hvat Jógvan Martin mundi vilja mær. Tá ið hann so ringdi aftur seinni sama dag, greiddi hann mær frá, at hann skuldi verða nýggjur høvuðsvenjari á landsliðnum, og at hann kundi hugsað sær meg sum hjálparvenjara. Tað kom ógvuliga óvart á meg, men eg ivaðist ikki eina løtu, tí ein slíkan møguleika fái eg ongantíð aftur, greiðir John Petersen frá, meðan vit sita og tosa saman í hugnaligu stovuni hjá teimum trimum John, unnustuni Annbjørg og soninum Niels í íbúðini miðskeiðis í Viborg.
John greiðir frá, at hann allatíðina hevur havt ætlanir um at gerast venjari, tá ið hann gavst við fótbólti á høgum stigi, og tí var starvið sum hjálparvenjari á landsliðnum ein gyltur møguleiki at gera hesar ætlanir til veruleika.
Fer undir venjaraútbúgving
Í sambandi við at John er settur í starv sum hjálparvenjari á landsliðnum, fer skálamaðurin eisini undir venjaraútbúgving undir DBU í Danmark.
- Eg havi fingið loyvi frá DBU um at verða við á venjaraskeiðnum, sum er fyri fyrrverandi yrkisleikarar, og tað eri eg óvuliga spentur uppá at fara í gongd við, greiðir John frá.
Nýggi hjálparvenjarin hevur longu fingið hendur á onkrum serligum telduforriti, ið verður nýtt í sambandi við fótbóltsvenjing, so hann hevur nokk at tríva í, sum hann málber seg.
Tá ið nú John Petersen er búsitandi í Danmark, verður tað sjálvsagt fyrst og fremst hann, ið fer at fylgja við í, hvussu tað gongur hjá føroysku útisetunum í donskum fótbólti.
- Tað er so ætlanin, at eg skal brúka nógva tíð til at ferðast runt her í Danmark og hyggja eftir dystum, sum føroysku spælararnir eru við í. Tað eru jú nakrir landsliðsleikarar, sum spæla í ávíkavist fremstu og næstfremstu donsku deildini, og tað er umráðandi at halda eyga við, hvussu tað gongur hjá teimum, sigur John Petersen.
Hetta fer sjálvsagt at hava við sær, at skálamaðurin fer at brúka nógvar tímar á donsku landsvegunum í vikuskiftunum, men tað tekur hann bert sum ein part av sínum arbeiði, sigur hann.
Servenjing við framrættaðu leikarunum
Nú er ikki so langt síðani, at John byrjaði í nýggja starvinum, og tí er arbeiðsbýtið millum høvuðsvenjaran, Jógvan Martin Olsen, og hjálparvenjarin ikki endaliga stungið út í kortið, men John Petersen væntar tó, at hann sjálvur fer at taka sær av venjingum við teimum meiri framrættaðu leikarunum.
- Jógvan Martin hevur altíð havt sína størstu styrki í verjupartinum, og tað er lítið at ivast í, at hann fer at leggja stóran dent á at skipa verjupartin væl undir venjingunum. Tí vænti eg, at mín leiklutur fyri ein stóran part fer at verða at standa fyri venjingunum við teimum meiri framrættaðu leikarunum, heldur John Petersen.
Sjálvur hevur John Petersen spælt saman við einum stórum parti av núverandi landsliðshópi, og harvið kennir hann spælararnar ógvuliga væl. Men tað metir John ikki verða ein vansa.
- Eg vil heldur siga hinvegin, tí eg frá mínari tíð á landsliðnum, veit, hvussu tað heila gongur fyri seg, og eg veit, hvat spælararnir hugsa um og hava tørv á, heldur hann.
John Petersen hevur longu verið til arbeiðis á landsliðnum nakrar ferðir. Í januar mánað vóru nakrar venjingar í Føroyum, sum hann var við til, og í februar mánað var landsliðið á venjingarlegu í Florida í USA, so hann hevur fingið roynt seg.
- Tað hevur verið ógvuliga spennandi og læruríkt, og nú eru vit farnir undir at fyrireika okkum til EM-undankappingina, sum fer av bakkastokki í august mánað í ár, sigur nýggi hjálparvenjarin at enda.