Flestu fiskidagarnar eiga ikki óvæntað skip úr Russlandi, meðan íslendsk skip eisini hava fiskað nógv í okkara øki.
Íalt hava hesi fiskiførini veitt 58.400 tons, harav svartkjafturin eigur bróðurpartin, nevniliga 54.400 tons. Av hesum hava íslendsk skip veitt 36.000 tons og russisk 18.300 tons.
Annars vísir yvirlitið, at eingi skip úr Hollandi, Týsklandi, Estlandi ella Japan hava verið í føroyskum sjóøki í farna mánaði.
Útlendsku skipini, ið veitt hava í okkara sjóøki í farna mánaði vóru hinvegin úr Danmark, Bretlandi, Fraklandi, Noregi, Russlandi, Grønlandi og Íslandi.