ÍF Kappróður hevur fingið betri karmar

Síðan ÍF sum høvuðsfelag varð býtt sundur, og eitt nú kappróðrarfelagið fór undir sítt egna virksemi, eru karmarnir hjá kappróðrarfólki í Fuglafirði vorðnir nógv betri Hetta verður ikki sagt úr Fuglafirði fyri at seta niður á ÍF, men tað er eyðvitað, at eitt felag, sum hevur fótbólt í bestu deildini og fleiri aðrar deildir at hugsa um, noyðist at brúka nógva orku upp á henda partin av virkseminum.

Og tá so er, er skjótt, at onkur annar partur, sum eisini liggur undir høvuðsfelagnum, kanska ikki verður nóg væl røktur.

Kappróðurin í Fuglafirði hevur fingið góð hølir, sum Fuglafjarðar kommuna hevur latið felagnum brúksrættin til. Hesi liggja millum bedingina og smiðjuna hjá Peturi Larsen. Felagið hevur gjørt nógv við hølini, sum í fyrsta lagi eru tett og sett í stand.

Síðan sundurskiljingina hevur ÍF Kappróður verið rættiliga aktivur og hevur seinastu tvey árini brúkt einar 600.000 krónur upp á at seta felagshølini í stand.

Nú FM-róður verður á varmakeldu í dag, er ætlanin at hava steypahandanina uppi á lága takinum á hesum bygningi. Takið liggur umleið hálvan metur yvir alfaravegi, og soleiðis sleppa fólk, sum verða við til handanina, at síggja tær manningar, sum taka ímóti.

Á øllum FM-stevnum í kappróðri er tað vorðin fastur táttur at hava barnaróðrar, og soleiðis verður eisini á varmakeldu, tá barnaróðrarnir byrja klokkan 13.

Róð verður í ymiskum aldursbólkum, og børn úr Fuglafirði verða eisini við.

Hesir róðrar, sum Kringvarpið ikki varpar út, verða í staðin varpaðir út av lokalfólki og verða soleiðis at hoyra í hátalarum.