Tveir persónar tiknir á støðina fyri ólátaðan atburð

- Teir fingu hvør sína bót á 1500 krónur, sum er hin minna bótin fyri ólátaðan atburð, og teir eru báðir úti aftur, visti vaktleiðarin at siga í morgun

 

Tað hevur verið rímiliga friðarligt í nátt, tó at tað hevur verið leygarnátt, og norðoyastevna hevur verið í Klaksvík.

 

- Vit vóru til steðgar í náttarlívinum, og her vóru tveir tilburðir, sum førdu til, at tveir persónar vórðu tiknir við inn á støðina.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at annar tilburðurin var í Klaksvík, og hin var í Havn - í báðum førum var talan um ólátaðan atburð.

 

- Eftir at eitt skeinkistað læt aftur í Klaksvík, bleiv eitt sindur av órógvi uttanfyri. Vit vóru á staðnum og tóku ein persón við á støðina.

 

Sama var í Havn, har eisini ein persónur varð tikin inn á støðina fyri ólátaðan atburð í náttarlívinum.

 

Hetta vóru fólk, sum høvdu leskað sær á náttini, og í staðin fyri at vera í góðum lag, vóru tey øðrum til ónáðir.

 

- Teir fingu hvør sína bót á 1500 krónur, sum er hin minna bótin fyri ólátaðan atburð, og persónarnir eru báðir úti aftur, sigur løgreglan í morgun.