Amerikanski familjubilurin Chrysler PT Cruiser er ein av teimum mest sermerktu á marknaðinum úti í heimi. Bilurin, sum upprunaligur varð gjørdur sum ein konseptbilur, vekjur undran og áhuga hvar hann kemur. PT Cruiser kom fyrstu ferð á marknaðin í 1999.
Chrysler hava seinnu árini verið sera djarvir, tá tað snýr seg um at gera bilmodell, sum bróta við vanliga vanahugsan. PT Cruiser líkist einum bili frá 40-unum við ordiligum skermum og trinbrettum. Eisini fæst nógv ymisk eykaútgerð til bilin, soleiðis at hann kann koma at sígga uppaftur eldri og meira charmerandi út - óteljandi møguleikar.
Her hjá okkum hava vit sæð ógvuliga lítið til PT Cruiser, meðan teir hava verið nógv seldir í fleiri av grannalondum okkara - eisini í Danmark. Men nú sær tað út til, at gongd er við at koma á søluna.
Tað geniala við einum bili sum PT Cruiser er, at samstundis sum hann er sermerktur og sær út av nógvum, er hann ikki størri enn ein vanligur MPV. Og talan er í veruleikanum um ein um ein væl útgjørdan og rúmligan 5-persóna familjubil, har øll í bilinum sita høgt og hava gott útsýni.
Fólk, sum koyra PT Cruiser, siga, at næstan øll sum tey møta hava onkra viðmerking um bilin, summi siga, at tey blíva í góðum lag, bara tey síggja bilin.
Hesin nýggjasti PT Cruiser hevur fingið eina "faclift" í mun til teir undanfarnu við t.d. nýggjum lyktum og kúfangarum. Eisini innan er instrumentborðið broytt við meira av alu-look panelum og øðrum smærri broytingum.
PT Cruiser fæst í fleiri ymiskum motorum. Bensinmotorarnir fáast úr 1,6 litur við 116 hk til 2,4 litur við 143 hk, 2.4 GT TURBO 223HK, meðan 2,2 litur dieselmotorurin fæst við 150 hk.
Chrysler PT Cruiser 2,2 CRD Touring
Motorurin2,2 litur 4 syl. diesel við 150 hk
v. commonrail og turbo
0-100 km/t 12,1 sek
Oljunýtsla14,9 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd205/55-16
Stødd og vekt
Longd428,8 cm
Breidd 174,8 cm
Hædd160,1 cm
Vekt 1.475 kg
Viðførisrúm 538 litrar
SøluumboðIvan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo