Mikudagin 17. september skulu teir 436 íbúgvarnir í Hvannasunds kommunu avgera, um kommunan skal leggja saman við Klaksvík ella ikki. Hetta varð samtykt á bygdaráðsfundi í gjárkvøldið.
Fyrst skal ein faldari sendast út í hvørt húski, har greitt verður frá innihaldinum í sáttmálanum millum kommunurnar. Mánadagin 15. september verður ein borgarafundur, og dagin eftir fólkaatkvøðuna, hósdagin 18. september kemur bygdaráðið saman at viðgera úrslitið.
Bygdaráðið er kortini ikki samt um hesa samanleggingina. Borgarstjórin, Júst Poulsen og Veronika Petersen eru ímóti, meðan varaborgarstjórin Pól Fuglø, Elmar Simonsen og Niels í Buð atkvøddu fyri.
Nógv fólk var á bygdaráðsfundinum.
(Meiri um hetta málið í Sosialinum og á Rás 2 í dag)