Í januar verður fólkaatkvøða í Vestmanna um hvønn veg, vestmenningar skulu fara Nú er stundin komin hartil, at vestmenningar skulu taka støðu til, hvar teir vilja hoyra heima.
Tá ið løgtingsvalið verður tann 19. januar, verður samstundis fólkaatkvøða í Vestmanna um, hvat samstarvsøki Vestmanna Kommuna skal hoyra til.
Landsstýrið hevur álagt Vestmanna og Kvívík at taka støðu fyri 1. oktober í 2009 um, hvat samstarvsøki, báðar bygdirnar skulu hoyra til.
Tað er eisini greitt, at báðar kommunurnar skulu upp í sama samstarvsøki og valið stendur ímillum at samstarva við Vágar, við Streymoy og sostatt eisini Tórshavnar Kommuna, ella at fara eystureftir og hella seg afturat Sunda Kommunu.
Karl A Hansen, borgarstjóri í Vestmanna, sigur, at tá ið úrslitið av fólkaatkvøðuni er greitt, fer bygdaráðið í Vestmanna at seta seg í sambandi við myndugleikarnar í tí samstarvsøki, sum Vestmenningar hava valt fyri at vita um áhugi er fyri at leggja saman og, hvørjar treytirnar verða.
- Gongst væl í hond, er møguleiki fyri at leggja Vestmanna Kommunu saman við kommununum í tí samstarvsøki vit velja, tá ið næsta bý-og bygdaráðsval verður síðst í 2008.
Men hann leggur kortini dent á, at tað verður ongin samanlegging fyrrenn ein fólkaatkvøða hevur verið afturat um Vestmanna skal beinleiðis leggja saman við øðrum kommunum ella ikki.