Fólkauppreistur í Kollafirði

Umleið 600 fólk gingu hóskvøldið kravgongu úr Bygdarhúsinum í Kollafirði fram til rundkoyringina Frammi í Dal. Tey kravdu at sleppa at halda upp á rætt sín at vera í verkfalli, uttan at løgregla ella aðrir myndugleikar leggja uppí

 

Arbeiðsmarknaður


Kollafirði: Undirtøkan var fullkomulig, tá arbeiðarafeløgini í verkfalli savnaðu blokaduvaktirnar í Bygdarhúsinum í Kollafirði hósdagin. Og fyri at vísa, at vekt og meining er aftan fyri tiltøkini, fór øll gongan ein túr fram í Dal at hyggja at staðnum, har løgreglan kvøldið fyri rak blokaduvaktirnar burtur.

Tað kemur ein stór gonga inn eftir gamla bygdarvegnum í Líðini í Kollafirði. Sum ein risastórur ormur kemur gongan skríðandi við javnari ferð inn eftir vegnum. At hetta eru verkafólk í mótmælisgongu, skilst beinanveg, fremri endin nærkast. Har ganga leiðararnir í Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag fremst. Formenninir og nevndarlimir. Og so koma øll hini aftaná.

Fundur hevur verð í Bygdarhúsinum, har røtt hevur verið um, hvat nú er til ráða at taka. Fundurin var bara fyri tey, sum staðið høvdu blokaduvakt, og annars varða av arbeiðarafeløgunum, sum eru í verkfalli. Ikki vilja tey siga nakað um, hvat gjørt verður annað enn, at enn er ikki tíð til hallar heim at venda.


Vilja stríðast

Nei, tað skilst á Ingeborg Vinther, formanni Føroya Arbeiðarafelags, at her er nógv eftir at stríðast fyri.

? Og tað fara ogur eisini at gera. Tað kanst tú b.... uppá!

Tað liggur eitt so hulisligt smíl yvir teimum, tá spurt verður, hvat sagt varð á fundinum, og hvat ætlanin nú er.

Ingeborg Vinther vil ikki siga annað enn, at nú veðrur farið ein gongutúr inn eftir vegnum.

? Tað er so hugnaligt at spáka eftir vegnum í frið og náðum og njóta hetta góða veðrið, sigur hon við einum heldur spotskum brosi.

? Ogur fara at ganga inn til rundkoyringina. Men onga »ballade«. Tað er ikki ogra stílur.

Men tað skilst á øllum brøgdum, at hetta er helst meira enn bara ein friðaligur gongutúrur, sum nú verður farin.

Við royndunum frá mikukvøldinum í mentu, verður hetta av summum líka nógv roknað sum ein styrkiroynd mótvegis løgregluni, sum nakað annað.

Tað verður sagt í rúgvuni, at tað er ikki óvist, at løgreglan fer at handtaka Ingeborg og kanska eisini Vígdis Johannesen, forkvinnu í Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Men sum skilst, ætlar fólkið ikki, at tað skal ganga so, um hagar til kemur. Tey hava gjørt av í allari stillheit at lata tær báðar hvørva inn í miða fólkarúgvuna og síðan stúgva seg tætt saman um. So tað skal gerast so trupult sum gjørligt at finna tær.


Friðaligt

Javnt og støðugt fer gongan inn eftir landsvegnum á Langasandi. Strekkir seg inn eftir Mýrunum og kemur til rundkoyringina.

Eitt sindur ivast tey fyrstu, hvat nú er at gera, men tey ganga so bara runt. Og runt, og einaferð afturat, og so framvegis, til øll eru komin uppí.

Bilarnir eru á veg til hús. Halin leingist rættiliga skjótt eftir tunnilsvegnum út eftir Oyrareingjum. Út móti Langasandi standa teir, og fram í Dal er halin eisini farin at leingjast. Tó er hann ikki so slangur her. Kanska tí tað vanliga koma færri bilar tann vegin beint eftir arbeiðstíð, ella kanska tí, at teir hava tann møguleikan, at teir kunnu venda og halda til Havnar eftir Oyggjarvegnum.

Tað kemur róp í, tí har er knappliga ein bilur, sum vil troka seg í gjøgnum rúgvuna. Men hann sleppur ongan veg, tí har er ov tjúkt fyri. Roynir at fara skeivu megin rundkoyringina, men verður steðgaður. Onkur gerst beinanveg eitt sindur mælskur í rúgvuni, men við tað sama eru onnur, sum fáa tey niður aftur á jørðina.

Tað gongur út móti einum tíma, so halda leiðararnir, at nú er tíð at gevast hesaferð og fara út aftur til Kollafjarðar.

Boðað er aftur til fund seinnapartin fríggjadagin. Hann verður ikki so fjølmentur sum hesin. Men tað tykist eingin ivi vera um, at fakfelagsleiðararnir, sum eru í verkfalli, fáa stuðul frá sínum limum