Ringa veðrið forpurraði hátíðarhaldinum av altjóða arbeiðaradegnum á Vaglinum í dag. Sjáldan man áhoyrarfjøldin hava verið so lítil, sum hon var í ár.
Í ár vóru tað Elin Sørensen nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag, Absalon Hansen nevndarlimur í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Heðin Mortensen tinglimur fyri Javnaðarflokkin, sum hildu røður á Vaglinum. Havnar Hornorkestur spældi.
Myndamaðurin hjá Miðlahúsinum var á staðnum og tók hesar myndirnar.