Fór eftir øli og brennivíni

Leygarnáttina var aftur innbrot á eystara armi á Skálafjørðinum. Hesuferð var tað John´s Restaurant í Saltangará, ið stóð fyri skotum, men bara øl og brennivín varð tikið

 

Hetta er triðja vikuskiftið upp í slag, at løgreglan í Runavík kannar innbrot í økinum. Innbrotini eru brádliga vorðin fleiri í tali enn áður.

Hetta innbrotið fór fram leygarnáttina millum klokkan ellivu á kvøldi og klokkan tíggju á morgni.

Gerningsmaðurin hevur brotið bakdyrnar upp við einum kúbeini, og er soleiðis sloppin inn í matstovuna, sum fyrr kallaðist Stokkastovan.

Tjóvurin hevur ikki tikið nógv við sær. Einar tíggju fløskur av øli og nakað av brennivíni. Gerningsmaðurin hevur tikið øli við sær, men brennivínið hevur hann drukkið og tveitt fløskuna frá sær á gólvið. Eingin peningur varð tikin.

Løgreglan heldur, at ein einstakur persónur stendur fyri innbrotinum, tí so lítið varð tikið við úr matstovuni.

Hesar seinastu vikurnar hevur innbrot verið í málingahandlinum Litaval, har 10.000 krónur vórðu tiknar, Keypssamtøkuni, kioskini Bonus og nú í John´s Restaurant. Tvey av hesum innbrotum eru uppklárað.