Bókaklubbin hjá Føroya Lærarafelag hevur aftur latið fýra nýggjar bøkur til limirnar í ymsu bókaklubbunum.
Til tey yngstu er talan hesaferð um eina bók við holografiskum myndum, sum broytast, alt eftir hvussu bókin verður riðað. Bókin eitur »Góða nátt, Góðan morgun«.
Maud Heinesen hevur skrivað bókina um Likkulinu og Likkudemus, ið er ein søga um likkkurar, sum omman og lítli Jens Pauli geva at eta. Um teir báðar vinmenninar, sum fara úr barnagarðinum, uttan at nakar veit av, og um ommuna og abban, sum síggja likkurnar aftur í einum heilt øðrum landi. Hanna Bjartalíð hevur gjørt myndirnar til bókina.
»Lokki Litaval« er úrval av yrkingum hjá Aleksandur Kristiansen. Millum annað kann lesast um listarligu kúnna, um svartaklukkuna Sáru og um Salvador í Dali. Bárður Jákupsson hevur myndprýtt bókina.
Seinasta bókin hesaferð er »Skammarteknið«, sum er ætlað teimum heldur størru børnunum. Talan er um næstu bókina í røðini um Skammaran, har stríð er millum Skammaran og Drakan. Hesaferð verður Dina tikin og brúkt av óndum kreftum, og Davin roynir at hevda seg, tí hann ikki hevur somu evni sum mamman og Dina.