Toftamenn vóru so fullvísir í, at uppskotið hjá teimum um at víðka útlendingakvotuna fór at verða samtykt á aðalfundinum hjá FSF leygardagin, at teir longu frammanundan høvdu sett seg í samband við ikki bara tveir, men fýra útlendskar spælarar, sum skulu spæla við B68 í ár. Toftamenn og nýggi venjarin hjá teimum, Bjørn Krogh, vandu fyri fyrstu ferð í hesum árinum uttandura seinnapartin leygardagin, og aftaná venjingina frættu teir tíðindini um útlendingarnar.
Talan er um fýra brasilianarar, og teir koma til Føroya longu í kvøld. Tveir eru miðvallarar, og tveir eru álopsspælarar. Allir hava teir tvey ella trý nøvn, men á Toftum fóru teir longu í vikuskiftinum at tosa um Marcelo, Marion, Lukas og Messias.
Vilja vera har tað gongur fyri seg
Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag, váttar, at teir hava gjørt avtalu við fýra brasilianarar ? tveir miðvallarar og tveir álopsspælarar ? og at teir koma til Toftir í kvøld.
Umframt teir fýra útlendingarnar skulu fýra havnarmenn spæla við B68 í ár. Umframt Magnus Poulsen og Sámal Erik Hentze, sum vóru á liðnum í fjør, fara Fróði Clementsen og Finn Mørk, sum eru uppvaksnir í B36, og báðir hava spælt nógv á yngru landsliðunum, hjálpa til á Toftum.
Tá vit spyrja Niclas Davidsen, um hann ikki kvígur fyri, at viðhaldsfólkini hjá B68 fara at sakna toftamenn á liðnum, so hevur hann gjørt sína støðu upp hesum viðvíkjandi:
? Vit høvdu eitt gott lið í áttati árunum og fyrrapartin av níti árunum. Burtursæð frá soni Cramer, venjaran hjá okkum, og einum vinmanni hjá honum, sum vóru her eitt skifti, so vóru allir hinir á liðnum higani av plássinum. Nú mugu vit bara ásanna, at viðurskiftini eru broytt. Fleiri av bestu spælarunum hjá okkum eru farnir í onnur feløg at spæla. Bæði vit, sum hava ábyrgd av liðnum, og viðhaldsfólkini halda, at tað var nógv hugaligari at vera við í toppinum, enn tað er at stríðast fyri at sleppa uppum niðurflytingarstrikuna, og tað er tí, at vit hava valt at fara soleiðis fram, sum vit nú hava gjørt.
Niclas Davidsen heldur sannlíkið vera stórt fyri, at um teir ikki høvdu fingið sær fremmandar spælarar, so høvdu teir verið millum evnini til niðurflyting:
? Tað sigur seg sjálvt, at eitt lítið felag tolir ikki at missa fleiri stuðulsspælarar. Frá liðnum í fjør eru tríggir farnir burturav, og í fjør høvdu vit tveir russarar, sum vit vónaðu skuldu styrkja um liðið. Tað gjørdu teir tíverri ikki. Nú royna vit aftur, og tað, sum vit hava gjørt, er at finna nýtt fólk fyri teir, sum eru farnir burturav, bæði teir, sum eru uppaldir her hjá okkum, og plássini, sum vit í fjør vónaðu, at útlendingarnir skuldu hjálpa okkum við. Tað eru onkrir ungir spælarar á veg á besta liðið hjá okkum, men vit hava ikki hildið, at teir longu nú hava royndirnar, sum skulu til, og so hava vit kent okkum noyddar at leita aðrar vegir.
Breiddin telur nógv
Men tú ert ikki bangin fyri, at áhugin fyri B68 verður minni, tá færri toftamenn fara at spæla við?
? Nú er einki avgjørt, hvussu liðið fer at síggja út. Tað fer venjarin at gera av, tá tann tíð kemur. Hann fer at seta tað besta liðið, og hann hevur nógvar toftamenn at velja ímillum. Tað vóru 24 til venjingar leygardagin, og tá restaðu einir fýra av okkara monnum, sum eg rokni sum uppløgd evni til besta liðið. ? Toftafólk vilja ? sum øll onnur ? hava eitt so gott lið, sum tað ber til, og tá tey vita, at teir, sum eru uppvaksnir í felagnum hava somu møguleikar at koma á liðið sum hinir, so verður tað sjálvsagt góðtikið. Øll, sum fylgja við í fótbólti, vita, at tað ræður um at hava ein breiðan hóp, soleiðis at úrslitini ikki verða so nógv tengd at, um ein ella tveir spælarar eru leikbannaðir ella skaddir.
? B36 og HB vunnu FM í fyrraárið og í fjør. Á teimum liðunum vóru nógvir spælarar, sum eru uppvaksnir í øðrum feløgum, men eg havi einki hoyrt um, at viðhaldsfólkini hjá havnarfeløgunum vóru minni fegin fyri FM heitini av teirri orsøk. Vit mugu bara ásanna, at vit hava ikki megnað at drigið royndar og góðar spælarar til okkum frá øðrum feløgum, og tí hava vit valt hesa loysnina við ungum spælarum úr øðrum feløgum og útlendingum. Í mínari verð er munurin ikki so stórur, um spælararnir koma úr øðrum føroyskum feløgum ella úr útlendskum feløgum. Vit vilja vera við í kappingini um FM, og tað er hetta, sum vit royna at fyrireika okkum til. Kappingin verður stór ? millum annað frá feløgunum sum hava spælarar, ið eru uppaldir hjá okkum ? men nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at hilnast. Tað verður í hvussu so er spennandi, heldur Niclas Davidsen, sum samstundis ásannar, at teir spenna bogan høgt.