Fýra ungar og djarvar kvinnur

Bót til Bata og krabbakvinnur skipaðu í gjár fyri kvøldsetu í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.

Bót til Bata og krabbakvinnur skipaðu í gjár fyri kvøldsetu í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn, og tiltakið eydnaðist sera væl.

 

- Tað vóru fýra ungar og djarvar kvinnur, ið allar hava havt bróstkrabba, sum søgdu sína søgu fyri nógvu fólkunum, ið høvdu leitað sær á gátt.

 

Í Krabbameinsfelagnum vita tey at siga, at gestirnir eisini fingu drekkamun og lekra kaku frá Mylnuni. Tey, sum komin vóru at lurta, hoyrdu søgur, og tey hoyrdu Guðruna Sólju og Janus Kamban syngja.

 

- Nógv ognaðu sær eisini nýggja og vakra Bót til Bata armbandið, sum Elsa Bech hevur sniðgivið og gjørt saman við krabbakvinnunum, vita tey í Krabbameinsfelagnum at siga.