Tíðliga í dag fór ein ógvusligur samanstoytur fram við Sandvíkarhjalla, tá ein motorsúkla og ein persónbilur stoyttu saman.
Hendingin fór fram, tá motorsúklan var á veg suður eftir og ein persónbilur, sum var á veg norður eftir, skuldi snara av landsvegnum og inn á Sandvíkarhjalla.
Tá førarin í persónbilinum snarar, bresta bilurin og motorsúklan saman, og førarin á motorsúkluni verður fluttur á Landssjúkrahúsið.
In.fo hevur í kvøld spurt vaktleiðaran á løgreglustøðini í Havn, um tey vita nakað um heilsustøðuna hjá føraranum á motorsúkluni at siga.
- Nei, vit vita einki ítøkiligt, men vit hava ikki skilt, at førarin á motorsúkluni kom ikki so illa fyri undir tilburðinum, at talan er um lívsvanda.
Vaktleiðarin sigur seg hava skilt, at førarin eftir umstøðunum kom rímiliga væl frá hendingini, tó við einum - sum løgreglan hevur skilt - nokso illa brotnum beini.