Førka teg spakuliga yvirum orðini*

Um ummæli og ummælarar í Føroyum

Kinna Poulsen, listfrøðingur


Føroyar hava fingið eina ummælarastatt. Tíðin er farin, tá tað einasta, ið hoyrdist frá hendinga ummælarum vóru herðaklappini, sum við hondkraft vórðu trýst niður á skrivimaskinutastaturið, við svertu prentað á pappír og við skili fyri rættstaving sett í blýggi. Tilsamans eru vit ikki so fáment longur, vit dømandi serfrøðingar, sum javnan ummæla bøkur, framførslur, fløgur, filmar osfr. í Mentanartíðindum í SVF, í Kulturu í ÚF, í bløðum og í tíðarritum. Í mun til áður eru miðlarnir fleiri og fjølbroyttari, eins og leiðin frá tanka til teldutastaturið, mikrofonina, sjónvarpsmyndatólið, internetið osfr. er skjótari enn nakrantíð. Mentanin er í broyting. Okkara áður so smædna undirbrotligheit tykist hamskift við ein meira sjálvsikran verðinsborgarahugburð, har lokalt og globalt verða javnsett ivaleyst og uttan trupulleikar.


Við Carl Johan sum fyrimynd

At samskiftismøguleikarnir batna er sjálvandi gott og ikki minst, tá hugsað verður um heimlandið sum oyggjaland mitt í Atlantshavi. Neyvan er tað minni gott, at vit fáa fleiri, ið tora at siga teirra ærligu meining um tað, tey ummæla. Og eg haldi, at vit ummælarar í løtuni veruliga royna sum frægast at vera atfinningarsom. Vit ynskja kanska frástøðu millum okkum og ovurhonds rósaríið, sum gamla, góðsliga ummælaríið var merkt av. Tað skal ikki eitast um okkum, at vit ikki eru kritisk, ella at vit ikki tora. Navnframi ummælarin á Fregnum er við sínum skilagóðu, undirhaldandi og onkuntíð heldur miskunnarleysu ummælum vorðin eitt slag av fyrimynd og vegara innan modernaða føroyska ummæli, eisini hjá teimum, sum hildu hann vera ov harðan. Sjálvandi koma ummæli enn ofta fyri, sum í besta føri minna um eitt slag av findarblíðum tíðindaskrivum, men sum heild hava føroysk ummæli seinastu árini víst lyndi til at gerast strangari og meira atfinnandi. Víst er tað gott og neyðugt at tora, eins og tað er ein lætti, at hampuliga tøgnin og ævigi fagnaðurin er um at vera avloystur av skilagóðum, opnum kritikki. Men áðrenn vit geva fríar ræsur, skulu vit kanska hugsa okkum um, so at vit hvørki gloyma virðingina fyri listini, ella virðingina fyri listaummælarafakinum. Hóast yrkisgerðin av føroysku listini er komin langt, hongur listaumhvørvið enn afturúr, bæði tá hugsað verður um ummæli og listafatan sum heild. Listaáhugin tykist vaksandi og hetta mann vera ein orsøk til, at listin verður raðfest í miðlunum. Men hóast vit í dag hava høvið at uppliva fleiri mentanarsendingar, greinar o.a. er listin eyðsýniliga enn ikki raðfest so ovaliga, at miðlarnir seta í starv mentanarjournalistar. Hetta er helst ein orsøk til hvussu ókritiskar samrøður við lista- og mentanarfólk tykjast í mun til tá tosað verður vinnufólk, politikarar o.o.


Allahandaummælarar

Ein annar trupulleiki fyri støði á føroyskum ummælum er lyndið til, at ein ummælari ummælir fleiri listasløg. Tíanverri eru vit ummælarar ikki markleys í okkara vitan, treyðugt, so og vit munnu vera fá, ið hava nóg gott innlit til tess at ummæla fleiri øki innan listina. Tá vit allíkavæl kasta okkum yvir at ummæla yrkingar, gospelkonsertir, skaldsøgur, málningar, filmar, country- og kórtónleik hvørt um annað, kann hugsast, at vitanin og innlitið í onkrum av hesum økjum, er avmarkað. Í slíkum førum gerast ummælini vánalig og grunn.


Upplegg til kjak

Ein skjót gjøgnumblaðing í blaðbunkanum, ið liggur í køkinum klárur at koyra í skrell, avdúkar ein hóp av ummælum, ið eru sera ymishættað innihaldi og dygd viðvíkjandi. Summi teirra stava frá blaðfólki, meðan onnur eru orðað av akademikarum og øðrum, ið eins og undirritaða hava ummælaríið sum eitt slag av eykastarvi. Anna V. Ellingsgaard er blaðfólk her í blaðnum og hevur m.a. ein fastan teig við bókaumrøðu. Hon ger eisini samrøður og dugir at spyrja kritiskt, serliga tá tað snýr seg um bókmentir. Sum heild munnu tað vera bókmentirnar, ið eiga og sum higartil hava átt tey flestu ummælini í føroysku miðlunum. Innan sjónleikin eru ummælini heldur færri, men eitt nú plagar annar Kulturaverturin, Høgni Djurhuus at liggja framvið, tá Tjóðpallurin setir leikir upp. Innan filmsøkið í Føroyum eru vit brádliga farin frá eini nærum nullstøðu til Klippfisk, Agurk, Da Vinci Code-kjak, filmsskúla og breiðum áhuga fyri filmsummælum, sum eru spakuliga vaksandi m.a. við greinum eftir Gudmund Nielsen og Kim Simonsen. Tónleikaummælini gerast (í sambandi við sonevndan rútmiskan tónleik) eisini fleiri og fleiri m.a. við føstum teigi í Dimmu hjá m.a. Una L.Hansen. Klassiskur tónleikur átti at havt fleiri ummælarar her á landi, men hetta er kanska eitt serliga sjálvatfinningarsamt fólkaslag. Í øllum førum eru ikki nógv, ið ummæla innan hetta øki. Byggi- og brúkslistin er stak illa fyri, tá tað snýr seg um ummæli. Myndlistin hevur heldur ikki nógvar ummælarar og ivaleyst eru summi, sum halda undirritaðu vera heldur einsamalla á økinum við hvørt, men við tað, at áhugin fyri myndlist er vaksandi, munnu fleiri ummælarar fara at traðka til eisini innan myndlistina. Ummæli er ein ogvuliga rúmlig sjangra. Umframt eina nøktandi lýsing av avvarðandi listaverki ella framførslu, inniheldur góða ummælið eina ærliga og neyva meting. Restin er upp til tann einstaka ummælaran, hvørt hann vil samanbera við onnur verk hjá viðkomandi ella øðrum, ella hann greiðir frá rákinum, sum listafólkið er ávirkað av ella okkurt heilt annað. Eitt gott ummæli er eisini eitt upplegg til kjak og tí er tað eisini eitt greitt mentanarligt heilsutekin, tá ummælið fær fólk at kjakast.


Við fagurfrøðiligum tilviti

Ein av føroysku ummælarunum, sum seinnu árini í serligan mun hevur elvt til kjak er omanfyrinevndi Kim Simonsen, ið eisini er nógv tann ídnasti ummælarin og viðmerkjarin í Føroyum. Umframt meturvís av ummælum, ritroyndum, greinum, útvarps- og sjónvarpsviðtalum, greinasavn og tvey yrkingarsøvn hevur hann nú givið út tvær útgávur aftrat av mentanartíðarritinum Outsider Magazin. Øll hava vit okkara ávísu hugsan um hvat er gott og hvat er minni gott og soleiðis er sjálvandi eisini við ummælarum. Danski filmsummælarin Ole Michealsen var t.d. kendur fyri at vera burtur í nærum øllum fronskum filmum, meðan serliga amerikanskir actionfilmar buðu honum ímóti. Tónleikaummælararnir á Dimmu tykjast dáma best progressivan G!-tónleik, eins og undirritaða hevur sýnt serligan áhuga fyri yngra ættarliðnum av føroyskum myndlistafólkum. Tað er fáum eygleiðarum í okkara flákrandi tíðarskeiði beskorið at uppliva eitt veruligt nýbrot av tí ítøkiliga slagnum. Tí hevur tað kanska verið serliga áhugavert at fylgja myndevnisbroytingini í tí yngru myndlistini og sum Brandes á sinni pallseta eitt fagurfrøðiligt nýbrot og tað tykist vera okkurt líknandi, sum Kim Simonsen er farin í holtur vil. Av tí, at Kim Simonsen skrivar so nógv sum hann ger, ber til at eygleiða og fylgja við í hansara fagurfrøðiligu hugsanum t.d. í sambandi við poesi. Bara tað, at hava fagurfrøðiligt grundaðar metingar, kann jú tykjast sum eitt framstig í mun til føroysk listaummæli sum heild, men tað er vandamikið um hesar gerast ov einoygdar, serliga um ummælarin beinleiðis fer í hernað móti einum ávísum bókmentaráki og einum ávísum yrkjara. Í greinarøðum hevur Kim Simonsen umrøtt føroyskar yrkingar, har hann ferð eftir ferð kemur til somu niðurstøðu, at yrkjarar sum t.d. Jóanes Nielsen og trubadururin Kári P hava meir uppá seg poetiskt enn yrkjarar sum Carl Johan Jensen, Oddfríður Rasmussen og Tóroddur Poulsen. Í tekstunum hjá tí fyrra bólkinum, sær Kim sonevndan ektaðan pathos, meðan tann seinni bólkurin av yrkjarum verður kveistraður burtur sum ironiskur og harvið einkisigandi. Tað er, sum nevnt, ikki bert í einari grein hjá Kim, at henda uppbýtingin kemur fyri, men nógvastaðni og serliga er tað Tóroddur Poulsen, ið stendur fyri skotum. Teir illa umtóktu yrkjararnir verða skýrdir postmodernistar og fáa teir toyggið í mangari grein fram til tað nýggja Outsider Magazin 2/3, har postmodernisman endiliga verður dømd deyð at vera. Við einum sitatið hjá Hans Otto Jørgensen staðfestir Kim: Við hesum kunnu vit uttan iva siga, at eftir 10-15 ára ironiska og snerkjandi postmodernismu er hon endiliga liðug. Hon er hervið avblást av rithøvundaskúlastjóranum og fleiri gomlum næmingum í blaðstjórnini (t.e. fyri tíðarritið Den blå port)... Sambært Outsider Magazin er tað bert Carl Johan, sum hevur bjargað sær undan postmodernismunar Titanic og hetta hevur hann megnað við skaldsøguni Ó, ið sigst umboða eina sanna umvending í hansara skaldskapi. Einsamallir á einum flaka reka nú postmodernaðu zombie-yrkararnir Oddfríður og Tóroddur. At lesihættirnir eru ymiskir, tað vita vit, sum í 80´unum upplivdu freudianskar lærarar, sum skóru í fagnaðarróp hvørja ferð næmingarnir komu fram á stavar, hattar, taskur og gularøtur, sum í teirra eygum ikki kundu vera annað enn myndamálsligar tilsipingar til ávikavíst tað mannliga og kvinnuliga kynið. Seinni kundi staðfestast, at kunnleiki um Freud og Marx og øll hini ikki var so galin, men at eingin teirra áttu tað endaligu tulkingina.


Hann sum leitar finnur

Í greinini At tora at siga okkurt vakurt aftur skrivar Kim Simonsen m.a.: (postmodernaða yrkingin) dyrkar tað tilvildarliga, hevur ein opnan form, ella tilvildarligan form, altíð er eitt element av pastiche, ironi, metareflektión í tekstinum, røddir blandaðar saman og genrur...(postmodernaða yrkingin hevur) endaliga uppgivið at koma við eksistentiellum tilverutulkingum av nøkrum sum helst... byggir á bókmentaástøði, ið aftur byggir á ta heimspeki, at einki sentrum er longur, at sjálvt subjektið er uployst...(postmodernaða yrkingin er) nihilistisk, skeptisk og eitt brongl av ógjøgnumtreingiligum røddum. Ein kakafoni av málspølum, teksti og talu uttan sentrum ella møguleika fyri referansu ella kontakt við umheimin.. (s.12-13 í Outsider Magazin 2/3-2006). Møguliga ein frálík gjøgnumgongd av postmodernaðum yrkingum, men ikki av yrkingum Tórodd Poulsens ella Oddfríð Rasmussens, ið báðir eiga sera ymiskar, men harímillum bæði vakrar og tilverutulkandi yrkingar, eins og Ó hinvegin er full av metareflektión, m.a. í tí lystiliga kelduspælinum. Tað er kanska her, spurningurin um hvussu mann lesur, gerst áhugaverdur. Hvat tú sært valdast hvørjum tú hyggur eftir og hyggur tú t.d. bert eftir postmodernsimu eyðkennum, so er tað kanska tey, tú sært. Fyri tað fyrsta er ógvuliga stórur munur millum t.d. Tórodd og Oddfríð, men báðir eru teir skaldsliga í ætt við gomlu modernistarnar; Mallarmé, Rimbaud, og krevja av lesaranum, at hann er tolin, opinskáraður og fyrikomandi, eisini yvir fyri tí, sum ikki gongur út uppá at líkjast poesi. Í summum yrkingum hjá Tóroddi Poulsen er myndastreymurin so tættur, at lesarin má lesa spakuliga fyri at fáa alt við. Aðrar yrkingar eru so naknar og einfaldar, at tú hevur ringt við at góðtaka, at tær kunnu innihalda nakað sum helst. Á sama hátt sum staddur yvir fyri myndlistini hjá Tóroddi, kennir áskoðarin seg ótryggan. Hetta sær so ómakaleyst út. Er hetta nakað? Svarið er sjálvandi upp til hvønn einkultan at avgera, men tað hjálpir at førka seg spakuliga yvirum orðini og lesa uttan undirlutakenslur og uttan at lata seg lumpa av bókstavarími og bráðvakrum orðingum sum váttan um sanna poesi. Tað allarløgnasta er, at yrkingarnar hjá Kim Simonsen (umframt ein ásannaðan íblástur frá Thor Ulven) eru farnar at líkjast yrkingunum hjá Tóroddi og so er spurningurin - um vit venda aftur til freudiansku terminologiina hvørt uppgerðin við tann eldra yrkjaran kann síggjast sum eitt slag av bókmentaligum faðirmorði. Kim Simonsen nýtir javnan Hugo Friedrich og Poul Borum sum heimildir í greinum sínum. Báðir eru teir framúrskarandi bókmentafrøðingar, sum eg og Kim ivaleyst lesa á ymiskan hátt. Tí so frægt eg dugi at lesa, draga Borum, Friedrich og forrestin eisini Lars Bukdal (sambært Outsider eisini ein verri postmodernistur) somu modernistisku línu, sum Mallarmé, Rimbaud, Tóroddur Poulsen og Oddfríður Rasmussen draga á hvønn sín eyðkenda hátt. Hóast Kim Simonsen í síni uppgerð móti postmodernismuni møguliga hevur sett kikarin fyri blinda eygað, eru fólk sum hann við orku og dirvi til at skriva, ummæla og viðmerkja fulla tíð, ein ómissandi partur av menningini og yrkisgerðini av einum føroyskum listaummælaraumhvørvi.

*Yvirskriftin er úr: Tóroddur Poulsen: Morgunbókin 2005. Greinin endurgevur eisini úr: Outsider Magazin 2/3 2006 v/Kim Simonsen.




...
flugurnar ið surra runt um sukurskálina
verða bara naskari og naskari
viðhvørt seta tær seg á armin
og títt brosandi andlit
til síðst eiga tær allan kroppin
sum vit umsíður halda
er vorðin heilur heimur
nú himmalin ber seg at
sum um vit hava sagt ov nógv
...
(Tóroddur Poulsen. Morgunbókin, s.39)


at fara inn í kirkjuna
og bara trúgva uppá byggiharran
tað tími eg ikki

so seti eg meg heldur
í eina gamla húsatoft
og njóti ælini í takksemi

til tann ið gav okkum tey
so tekjurnar kunnu skolast reinar
eins og trappurnar inn í kirkjuna

og tostin gamli kann sløkkjast
eins og eldurin í neðra
sum eg heldur ikki trúgvi uppá

er til aðrastaðni
enn inni í okkum sjálvum
tá tekjan tyngist niður á okkum

(Tóroddur Poulsen. Morgunbókin, s.22)


...
Ein firvaldur situr á mínum knæi
í hvussu er annar okkara
leingist eftir gudi
tað er so gott at vita
hvørjum ein skal takka fyri
at skapanarverkið angar sum tað ger
...
(Tóroddur Poulsen. Eygnamørk, s.44)


Tey sum longu hava skrivað okkurt
hava logið á einum máli,
tey ikki skilja

-

Eiga ikki orðini
vita ikki, hvat tey siga
tey, sum longu hava skrivað okkurt

(Kim Simonsen. Yrking prentað í Outsider 2/3 s.173)





Hvussu tónalagið fær okkum at minnast,
at vit altið longdust sum børn
meðan frostrósur á vindeyganum
fjaldu útsýnið til staraflokkin uttanfyri

(Kim Simonsen. Yrking prentað í Outsider 2/3 s.174)