Føroya Banki heldur kósina

Góða gongdin hjá Føroya Banka heldur fram. Mest gevandi fyritøkan í Føroyum heldur fast við kósina, sum verpa gullegg í landskassan. Eitt tap í rentuinntøkum gjørdi árið eitt sindur slakari enn undanfarna ár, men burðurin er framvegis góður

ROKNSKAPUR

?Vit rokna ikki við, at fáa eitt eins gott úrslit fyri 2002, men tað verður væntandi framvegis eitt gott úrslit, og vit kunnu siga, at tað stendur væl til hjá okkum, segði Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka, tá roknskapurin fyri 2001 varð almannakunngjørdur.
Og rætt hevði hann. 2002 gjørdist eitt sindur slakari hjá Føroya Banka enn 2001, sum var besti árið nakrantíð hjá bankanum.
Árið skat gjørdist yvirskotið 182 mió. og eftir skatt vóru 146 mió. eftir hjá bankanum.
Tá ársroknskapurin fyri 2001 varð almannakunngjørdur fegnaðist leiðslan í bankanum serliga um, at talan nú var um reelt yvirskot, tí afturføringarnar frá kreppuloysnini fyrst í nítiárunum vóru endaður.
Sæð í tí ljósinum heldur góða gongdin fram, hóast yvirskotið minkaði við trettan prosentum.
Orsøkina til fallið í yvirskoti skyldast eitt tap í nettorentuinntøkuni hjá bankanum. Hetta er ein avleðing av fallandi rentustøðinum. Hetta eru umstøðurnar, Føroya Banki lítið og einki fær gjørt við. Hevði rentustøðin hildið sær ella voksið, so hevði yvirskotið verið tilsvarandi ella hægri enn í 2001.

Góð tøl
Hyggja vit eftir tølunum, fjølmiðlarnir hava fingið upplýst, so er roknskapurin hjá Føroya Banka nógv merktur av búskaparligu góðu samfelagsgongdini.
Hóast fleiri búskaparfrøðingar hava víst á ein vanda fyri ovurupphiting, so er lítið at taka seg aftur í, at gongdin smittar av á peningastovnarnar. Tað er so heldur ikki av tilvild, at Føroya Banki var mest gevandi fyritøkan í Føroyum í 2001, og bankin verður tað mestur eisini fyri 2002 við hesum yvirskotinum.
Útfrá lyklatølunum kunnu vit lesa nøkur minus og nøkur pluss.
Fallið í rentuinntøkum er eitt minus, og øktu rakstrarútreiðslurnar áljóðandi átta milliónir krónur eitt annað lítið misprýði. Rakstarútreiðslurnar vuksu meira enn rakstarinntøkurnar, soleiðis at inntøkan fyri hvørja útreiðslukrónur var eitt sindur minni fyri 2002 í mun til 2001. Fyri 2002 var hetta talið tað mesta í Kongaríkinum fyri peningastovnar.
Tap og burturleggingar fyri skuldarar ávirka roknskapin positivt við 1,4 mió.
Av teimum 182 mió. í rakstaryvirskoti eru 36 mió. goldnar í skatti, og 73 milliónir ? helvtin av ársúrslitinum ? verða goldnar í vinningsbýti, sum so at siga alt endar í landskassanum.
Í tí stóra heili var úrslitið hjá Føroya Banka líkt tí undanfarna ár, og góða gongdin heldur fram við ávísum smærri broytingum.
Innlánini minkaðu fyri næstan trimum prosentum, men útlánini vuksu við hálvumøðrum. Eginpeningurin hjá bankanum er nú 1.492 mió. Sostatt skuldi virðið á bankanum ligið har á leið ella hægri.

FAKTA

Føroya Banki í 2002

Úrslit undan skatti182 mió.
Ársúrslit146 mió.
Útlán3,414 mia.
Innlán3,832 mia.
Eginpeningur1,492 mia.
Renting av eginpeningi12,8 %
Útgoldið vinningsbýti73 mió.