Føroya størsta alisamtak nakrantíð til verka

Tríggjar smoltstøðir, alistøðir á átta firðum, eitt kryvjivirki og eitt góðskingarvirki eru við í størsta alisamtakinum, sum nakrantíð hevur sæð dagsins ljós í Føroyum. Tað skal umseta fyri nærum 300 mill. kr. og standa fyri einum fjórðingi av øllum alivirksemi í Føroyum og veita 200 fólkum arbeiði.

Seinnapartin í gjár skrivaðu umboð fyri fleiri vinnufyritøkur í alivinnuni undir sáttmála við íleggjarar um fara undir størsta alitiltak, sum nakrantíð er framt í Føroyum. Fyritøkurnar, sum eru við í alisamtakinum, eru Bakkafrost, Havsbrún og Føroya Banki. Tær hava gjørt eina avtalu við nakrar nýggjar íleggjarar. Hesir eru Tryggingarfelagið Føroyar, Íløgufelagið Royndin, Norðoyar Íløgufelag og Tjaldur. Avtalað er at stovna eitt alisamtak, sum umfatar alla aling í Norðuroyggjum og Suðureysturoy.

Nýggja alisamtakið fer at standa fyri umleið einum fjòrðingi av allari alivinnuni í landinum og fer at framleiða millum 12.000 til 15.000 tons av laksi um árið. Budgetterað er við einum árligum umsetningi millum 250 og 300 mill. Talan er um ein samlaðan eginpening uppá 150 mill. Kr.

-Vit halda, at hetta samtakið fer at hava ógvuliga góðar møguleikar at bjóða framtíðini av sigur Regin Jacobsen, stjóri í nýggja alisamtakinum við Portalin. Hann vísir á, at teir hava arbeitt við hesi ætlan í skjótt eitt ár og fóru undir at seta fisk út í vár. So hjólini eru longu í gongd alla staðni men verður full ferð sett á virksemið komandi 12 til 15 mánaðirnar.

Tað fara at arbeiða umleið 120 fólk í fyritøkuni í byrjanini men seinni verða upp ímóti 200 fólk í øllum framleiðsluliðunum. Fyritøkan er ein samanrenning av fleiri fyritøkum í dagsins alivinnu og fer framleiðslan at fevna um eitt fult og heilt alikonsept tvs. frá smoltframleiðslu til góðsking og sølu av lidnu vøruni.

Regin Jacobsen sigur, at Faroe Salmon, sum nýggja felagið eitur, fer at fevna um alt alivirksemið hjá felagnum bæði á sjógvi og landi. Bakkafrostnavnið fer at dekka søluvirksemið út av landinum.

Standa ímóti sjúkum
Endamálið við at leggja saman í so stóra eind er at kunna standa ímóti teimum trupulleikum, sum sjúka hevur við sær sigur Regin Jacobsen, sum sjálvur hevur drúgvar royndir í føroysku alivinnuni. Man leggur dent á sjúkufyribyrging, soleiðis at vit ikki enda aftur í teimum trupulleikum, sum raktu alivinnuna fyrr. Tað kanst tú bara gera, um tú hevur eitt stórt øki við nógvum alifirðum, soleiðis at tú kanst seta árgangirnar út hvør sær uttan at blanda teir saman. Umhvørvislig atlit viga sera tungt í allari verkætlanini.

Ein onnur orsøk til at gera hetta samtakið er fyri at styrkja um marknaðarsíðuna - at fáa eina samanseting av søluni, sum ger, at vit fáa eina marknaðaratgongd, sum er góð fyri felagið. Bakkafrost hevur í meira enn 10 ár havt eina góða marknaðaratgongd í sambandi við sølu av portiónum, og hetta gevur sera stabilar søluprísir. Tvs. við fáa eina so stóra eind fáa vit stabilitet og við hesi støddini ber eisini til í ávísan mun at selja á dag til dag marknaðinum, har tú viðhvørt kann fáa betri prísir.

Regin Jacobsen sigur víðari, at tað hevur verið eitt stórt tak at fáa øll hjólini at mæla í øllum alifeløgunum í Norðoyggjum, og tí skal eitt sera stórt alisamtak til, sum kann klára at lyfta fíggjarligu byrðuna. Tá er neyðugt at fáa sterkar íleggjarar við og eitt sterkt felag. Eisini er neyðugt at fáa eina framleiðslu av eini slíkari stødd, so man fær forrentað íløgurnar. Ein stór framleiðsla skal til, sum aftur krevur ein stóran kapital.

-Talan er um at yvirtaka virksemi hjá øðrum men meira at savna kreftirnar. Við at fara saman fáa allir meira burtur úr enn við at vera hvør sær. Regin Jacobsen roknar við eini samlaðari framleiðslu av alifiski í Føroyum uppá 30.000 til 40.000 tons.

Øll kryvjing av fiskinum fer fram á landsins best útgjørda virki av sínum slag, Kryvjivirkinum í Klaksvík. Síðani eru tríggjar smoltstøðir, ein í Glyvradali, ein í Norðtoftum og ein á Húsum. Alingin fer fram á átta ymsum alifirðum. Bakkafrost fer so at standa fyri góðsking av vøruni og harvið verður framleiðslan av portiónum tvífaldað.



Faktaboks

Nýggja alisamtakið fevnir um ognirnar og virksemið hjá Faroe Salmon, Faroe Smolt, Kryvjing, East Salmon, Hellisvað, Bakkafrost, Alistøðini á Bakka og P/F 21. desember 1992.

Alisamtakið verður skipað sum eitt móðirfelag og fýra dóttirfeløg. Í einum dóttirfelag verða smoltstøðir og alistøðir. Í einum øðrum verða brunnbátar, kryvjivirki og portiónsvirki. Triðja dóttirfelagið skal standa fyri søluni, og í tí fjórða verður kassavirki.

Bókaða eginognin hjá samtakinum eftir nýinnskotið á 60 milliónir krónur er 158 milliónir krónur. Størstu partaeigararnir í felagnum verða FB Holding, dóttirfelag hjá Føroya Banka, við 36 prosentum og Bakkafrost við 33 prosentum. Havsbrún eigur 16 prosent.

Hinir íleggjararnir eiga tilsamans 15 prosent. Teir eru Tjaldur, TF Holding, Íløgufelagið Royndin og Føroyagrunnurin frá 1971.

Nýggja alisamtakið fer at kunna ala á átta aliøkjum í Føroyum. Talan er um øll seks aliøkini í Norðoyggjum og tvey í Eysturoynni. Við fullum virksemi væntar samtakið, at árliga framleiðslan verður 11.500 tons í kruvdari vekt. Umleið tríggjar milliónir smolt skulu setast út um árið.

Allur fiskurin hjá samtakinum skal kryvjast hjá Kryvjing í Klaksvík.

Samtakið ætlar at økja um søluna av portiónum munandi komandi árini. Fyri at fremja hesa ætlan í verki skal framleiðsluorkan á portiónsvirkinum á Glyvrum tvífaldast í 2007.

Partaeigararnir hava eisini avrátt at kanna møguleikarnar fyri at børsskráseta felagið um nøkur ár stendur m.a. í tíðindaskrivi frá Føroya Banka.





Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka:

Vit hava arbeitt miðvíst fyri at gera alifeløgini, sum bankin yvirtók undir kreppuni í alivinnuni, til áhugaverdar íløgur, so grundarlag kundi skapast undir eini støðugari føroyskari alivinnu. Alivinnan er ein kapitaltung vinna, og tí hava vit lagt dent á at fáa á føtur eitt sterkt føroyskt alisamtak, sum er altjóða kappingarført og megnar at standa ímóti lakari tíðum, sigur hann.

Súni Schwartz Jacobsen, stjóri og leiðari fyri vinnukundadeild bankans:

Vit halda, at hendan loysnin er skilagóð og burðardygg. Í nýggja samtakinum eru øll lið í alivirkseminum umboðað, heilt frá útseting av smolti til sjálva søluna av laksinum, og við fleiri ymiskum aliøkjum verður møguligt hjá samtakinum at taka øll neyðug umhvørvislig atlit.

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost:

Við nýggja samtakinum verða skaptir nógvir fyrimunir. Lættari verður at samskipa arbeiðið at fyribyrgja sjúku og at ala umhvørisliga forsvarliga. Møguligt verður bæði at selja lidnar portiónir og at selja fiskin feskan, tá prísurin er góður, og so fáa vit haraftrat gagnnýtt alla útgerð í samtakinum til fulnar,