Føroya Tele: Eingir teldusníkar

Føroya Tele veit ikki um, at teldusníkar hava verið inni á skipaninum hjá stovninum

Teir hava roynt, men eingin er sloppin inn, ljóða boðini.

Dimmalætting staðfesti longu í november 1998, at teldusníkar høvdu verið upp á spæl

Blaðið skrivaði tá, at Føroya Tele hevði skrásett fleiri royndir, at bróta inn í skipanir hjá stovninum og kundum. Og stovnurin umhugsaði at melda málini.

-Teir hava banka uppá, men eingin er sloppin inn, sigur Páll Wiberg Joensen, leiðari á internetdeildini hjá Føroya Tele við Sosialin.


Eingi innbrot

Páll Wiberg Joensen sigur, at Føroya Tele fær javnan boð frá viðskiftafólkum - bæði privatum internetbrúkarum og virkjum - um at teldusníkar hava roynt at brotið inn. Men Føroya Tele veit ikki um nakran kunda, sum hevur havt innbrot, sigur hann.

Spurningurin er so hví stovnurin ikki hevur valt at melda innbrotsroyndirnar til politiið.

-Vit hava ikki sæð nakra grund til at melda -upp á okkara skinn, sigur Wiberg Joensen, og leggur afturat, at Føroya Tele hevur valt at lata kundarnar sjálvar melda hacking-málini.

Føroya Tele avvísir samstundis, at tað hevði nakað við teldusníkar at gera, tá fyritøkan tíðiliga í 1999 skifti kondurnar út hjá føroyskum internetbrúkarum.

-Tað var ein uppgradering av okkara hardware-park, sigur leiðarin á internetdeildini.