Lesandi úr 17 londum fáa tað, vit so heimføðisligt rópa "føroyafrádrátt" í Danmark. Hesin rættur fer ongan veg, fyri tað um Føroyar fáa fullveldi
Týsdagin hevur Sosialurin enn eina oddagrein um teir ræðuleikar, sum fara at raka okkum, um vit taka ábyrgdina av okkara egna landi. Endamálið er - sum tað hevur verið nú í tvey ár - at ræða fólk.
Týsdagin er tað m.a. rætturin hjá lesandi føroyingum til at vinna eina ávísa upphædd skattafrítt í Danmark - tann sonevndi føroyafrádrátturin - sum verður umrøddur. Og tey, sum skulu forskrekkjast, eru tey ungu, sum eru ella ætla sær undir útbúgving í Danmark.
Blaðið skrivar, at fáa føroyingar framyvir somu lestrarmøguleikar í Danmark sum aðrir norðbúgvar, fer tað at hava við sær, at vit missa rættin til føroyafrádrátt. Hvør skal siga: Hesi rættindi eru treytað av, at Føroyar eru undir donskum valdi.
Norðurlendskur sáttmáli
Sum so mangt annað er eisini hesin pástandur grundaður á skeivleikar.
Sáttmálin, sum tryggjar føroyingum rætt til føroyafrádrátt, hevur einki við okkara ríkisrættarligu støðu at gera. Hetta er partur av dupultskattaavtaluni, sum vit í norðurlendskum høpi hava gjørt við Danmark og onnur norðurlond.
Danmark hevur gjørt slíkar dupultskattaavtalur við 75 lond. Skattafrádráttur fyri lesandi er við í 17 av hesum avtalum. Londini, sum hava hesi rættindi, eru so ymisk sum t.d. Ísland, Kina, Ísrael og Spania.
Nalvaskoðanin
Føroyafrádrátturin er sostatt ikki eini serlig rættindi, sum føroyingar hava fram um onnur, tí vit eru undir donskum valdi.
Tað einasta, sum er "serligt" í hesum spurningi, er tann heimføðisliga heimsmyndin hjá sambandsflokkunum. Teir hyggja bara at sínum egna heimastýrisnalva og gerast meira og meira sannførdir um, at hetta ikki bara er vakrasti, men eisini einasti nalvi í heiminum.
Soleiðis er tað ikki. Tað finst ein stórur heimur uttanfyri heimastýrisskipanina.
Karsten Hansen
landsstýrismaðurh;llum mismuni millum einstaklingar og stættir.
Ein sjálvsagdur táttur í hesum stríðnum fyri samfelagsligum frælsi er at vit tjóðskaparliga eisini vilja standa á egnum beinum, at vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og eisini ráða okkum sjálvi til fulnar - so vit sum búgva í hesum landi, og ongin annar, skulu ráða fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag.. Men vit ásanna, at vit hava ídag ikki allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytir sum skulu til, og tí er fyrsta stigið, at vit miðvíst fara eftir at útvega okkum tær, at vit nú fara at leggja grundarlagið, sum einar frælsar Føroyar kunnu standa á. Javnaðarflokkurin loypir ikki eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri við skerdum samfelagsligum frælsi.
Jú, eg haldi tað er so náttúrligt, at ein sosialistur og sjálvstýrismaður hoyrir heima í Javnaðarflokkinum. Tá eg svaraði Manna síðst, vísti eg á, at tað hava verið gjørdar fleiri royndir at skipa politiskar flokkar vinstrumegin Javnaðarflokkin, sum tó allar eru so syndarliga miseydnaðar. Mín niðurstøða av hesum royndum var, at tað neyvan fer at verða rúm og vónandi heldur ikki neyðugt við nýggjum vinstraflokki. Tað er mín sannføring, at tey vinstrahallu sjónarmiðini skulu kunna rúmast í og vera ein partur av tí føroyska Javnaðarflokkinum. Tað var m.a. út frá hesi greiðu fyritreyt at eg á vári 1998 játtaði at fara uppí og stilla upp fyri Javnaðarflokkin.
Eg havi eisini sannað, nú meir enn tvey ár eru farin, at tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum, her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir. Men eg skal viðganga, at eitt mál hevur lagt seg tungt yvir alt og troðkað øll onnur spennandi mál til viks - tað er hetta stríðið um fullveldi ella sjálvstýri. Tí eri eg ein teirra, sum gleði meg til vit hava fingið lagt tað afturum, og tað aftur verður møguligt at viðgera verulig samfelagsmál, uttan at støðutakanin í hesum stríðnum skal forða fyri samstarvi millum teir flokkar, sum annars áttu at staðið saman, nevnliga Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Hans Pauli Strøm,
javnaðarmaður