Føroyska fótbóltslandsliðið er farið eitt pláss aftur á styrkislistanum hjá FIFA, eftir dystirnar móti Svøríki og Írlandi.
Tað veit heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum at siga.
Hóast Føroyar spældu tveir tættar og spennandi dystir ímóti Svøríki og Írlandi fyri góðum mánaði síðani, og við eitt sindur av hepni kundu fingið okkurt stig, so hava tapini kostað á seinasta FIFA-styrkislistanum.
Altjóða fótbóltssamgongan almannakunngjørdi fyrr í vikuni seinasta styrkislistan hjá felagsskapinum, og sambært listanum eru Føroyar nú nummar 158 í heiminum av teimum 207 londunum, sum eru limir í FIFA.
Verandi europa- og heimsmeistararnir, Spania eru framvegis fremstir, meðan Týskland, sum Føroyar taptu 3-0 ímóti fyri tveimum mánaðum síðani, er næstbesta fótbóltslandslið í heiminum sambært seinasta FIFA-styrkislistanum.
Fremsta noðurland er Danmark, sum nú er á 22. plássi, eitt pláss frammanfyri Svøríki, meðan Norra er nummar 26.
Topp 10-listin:
1.Spania
2.Týskland
3.Argentina
4.Portugal
5.Italia
6.Ongland
7.Holland
8.Kolumbia
9.Russland
10.Kroatia
...
22.Danmark
23.Svøríki
...
26.Norra
...
91.Finnland
...
96.Ísland
...
158.Føroyar