Føroyar eru ikki fíggindin

Høgni Hoydal sigur, at sokallaði illviljin hjá skotum og hetlendingum er grundaður á eina misskiljing.

- Einki hetlendsk fiskiskip missir av tí at føroyingar sleppa at fiska í hetlendskum sjógvi. Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, sigur, at tíðindini, sum in.fo endurgav frá Shetland News fyrr í kvøld, um at skotar eru í øðini um føroysku makrelkvotuna, byggja á eina misskiljing.

 

Les eisini Skotar í øðini um føroyska makrelkvotu

 

Søgan í Shetland News er, at skotar ilskast um, at føroyingar fáa líka stóra kvotu í hetlendskum sjógvi í ár sum í fjør, hóast ES hevði lovað at endurskoða avtaluna.

 

Høgni Hoydal sigur, at her er ein misskiljing í.

- Føroyar hava ikki eini makrelkvotu í hetlendskum sjógvi. Hetta uppáhald hevur fyrr verið at sæð í hetlendskum og skotskum miðlum, og tykjast at vilja gera føroyingar og føroysk skip til ein mótstøðupart hjá hetlendskum og skotskum fiskimonnum, sigur hann.

 

Hann greiðir frá, at Føroyar hava gjørt eina makrelsemju við ES og Noreg um, hvussu stóran par av felagskvotuni, hvør partur kann fiska. Partur av semjuni sigur, at londini hava rætt at fiska ein minni part av síni egnu kvotu í sjóøkinum hjá hvør øðrum.

- Føroyar kunnu sostatt fiska ein part av okkara egnu føroysku kvotu í ES sjógvi og ein part í norskum sjógvi. ES hevur atgongd at fiska ein part av síni egnu kvotu í føroyskum sjógvi og ein part í norskum sjógvi. Noreg hevur atgongd at fiska ein part av síni egnu kvotu í føroyskum sjógvi og ein part í ES-sjógvi. Og avtalan gevur londunum somu atgongd hvør hjá øðrum. Sostatt kunnu ES-skip – og harundir skotsk og hetlendsk skip - fiska ein eins stóran part av síni egnu kvotu í føroyskum sjógvi, sum føroysk skip kunnu fiska í ES-sjógvi, sigur Høgni Hoydal.

 

Shetland News hevði lyndi til at finnast mest at ES fyri at velja eina fiskitjóð, sum ikki er limaland, fram um Skotland og Hetland, men Høgni Hoydal sigur, at tað als ikki er tað, sum makrelsemjan snýr seg um.

- Onki hetlendsk ella skotskt skip missir nakað av sínum kvotum orsakað av hesi avtalu við Føroyar. Tey fáa sínar kvotur umvegis ES. Øðin, sum ofta verður søgd at vera mótvegis føroyingum í hesum máli, er tí ógrundað, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

 

- Og tað er margháttligt at síggja, at Føroyar sum halda allar avtalur við onnur lond og geva somu atgongd, sum vit fáa frá øðrum, vera av órøttum lagdar út at gera nakað skeivt, sigur hann.