Seinnapartin í dag fer føroyska U 17 landsliðið í fótbólti at spæla móti Finnlandi. Stríðið verður um at sleppa undan aftasta plássinum í bólkinum. Um tað eydnast Føroyum at megna í minsta lagið javnleik, so skulu Føroyar sunnudagin spæla um fimta plássið.
- Men tað verður torført. Eingin ivi er um, at finnarnir fara at vera ógvuliga uppsettir, eftir at teir bæði hava tapt móti Onglandi og Svøríki, heldur Finn Johannesen, sum er føroyski hjálparvenjarin í Reykjavík.
Eftir góða úrslitið týsdagin 1-1 móti Svøríki kom føroyska liðið orduliga niður á jørðina mikudagin. Tá var Ongland mótstøðuliðið, og tá var einki at rafla um. Ongland vann 7-0, eftir at teir eftir fyrstu fjøruti minuttirnar vóru frammanfyri við tveimum málum.
Ongland setti beinanvegin Føroyar undir stórt trýst. Í 14. minutti eydnaðist ikki at fáa bóltin burtur eftir innlegg og so var 1-0. Fýra minuttir seinni varð 2-0. Málverjin koppaði einum av teirra, og teir fingu mál burturúr brotssparkinum.
- Hóast teir vóru frammanfyri við tveimum málum, so var leikliga avrikið hjá okkum kanska betri, enn tað var móti Svøríki. Men í 2. hálvleiki var klassamunur. Ter fingu mál eftir 48, í 53. og í 55. minutti, so vóru vit heilt moyrir, og teir skoraðu tvey mál afturat, greiðir Finn Johannesen frá.
Mikukvøldið sóu føroyingarnir hálvfinaluna í steypakappingini millum Fram og FH, sum Fram vann 9-8 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping.
- Í morgun fara vit at venja og at royna at fáa liðið upp á pláss aftur eftir henda umgangin, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður móti Finnlandi. Eisini fara vit at vitja Bláa Lónið, sigur Finn Johannesen úr Reykjavík.
Svøríki vann mikudagin 3-0 á Finnlandi. Í hinum bólkinum vann Danmark 3-0 á Noregi og Írland vann 2-0 á Íslandi.
Føroyska liðið: Jóan Pauli Jakobsen, B36 John Hammer, KÍ (Rógvi Holm, AB, 80.), Ari Samson, KÍ, Torkil Kollsker, HB, Heri Nesá, ÍF (Rúnar í Lon Jacobsen, B36, 41.) Álvur Christiansen, KÍ (Martin Tausen, VB, 56.), Filip Jacobsen, NSÍ, Henning Joensen, liðformaður, VB, Rógvi Poulsen, AB (Eli Simonsen, KÍ, 60.), Johan Ellingsgaard, B36.) Klæmint A. Olsen, NSÍ (Vincent Jacobsen, ÍF, 22.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn vóru Hans Jørgensen, KÍ, og Rasmus Nielsen, B71. Pætur Clementsen er venjari, og Finn Johannesen er hjálparvenjari. Andrass K. Thomassen er liðleiðari, Fanny Kruse fysioterapeutur og Rúni Heinesen er ferðaleiðari.