Íløguhugur
Um góðar tríggjar vikur verður av álvara fokus sett á Føroyar og føroyskt vinnulív í einum av størstu fíggjardeplunum í heiminum, nevniliga enska høvuðsstaðnum London. Tá fer føroyska sendistovan í býnum saman við áhugamálum í Føroyum og í Bretlandi at bjóða Føroyar fram sum framtíðar íløgulandið í heiminum.
Tað eru føroyska sendistovan og oljufelagið Faroe Petroleum, sum skipa fyri kunningardegnum í London. John Rajani, sum hevur verið á sendistovuni, síðani hon lat upp fyri nøkrum árum síðani, stendur fyri fyrireikingunum. Hann sigur, at ætlanin við degnum er serstakliga at kunna um møguleikarnar fyri at gera íløgur í Føroyum. Her verður so serstakliga sett fokus á eina komandi oljuvinnu. Tað er serliga hon, sum kann draga íleggjarar og onnur til slíkan føroyskan kunningardag. ?Vit egna við oljuni, men tað snýr seg sjálvandi um so nógv onnur viðurskifti eisini sigur John Rajani. Roknað verður við, at nógv umboð fyri føroyskar fyritøkur eisini fara at vera við til tiltakið, og á odda verður so sjálvur fíggjarmálaráðharrin, Bárður Nielsen, sum fer at tosa um Føroyar sum framtíðar íløguland.
Har verða so eisini tvær framløgur um oljuvinnuna. Sigurd í Jákupsstovu, stjóri í Oljufyrisitingini fer at greiða frá oljutilgongdini. Somuleiðis fer ein av oddamonnunum í Faroe Petroleum, fuglfirðingurin Graham Stewart at tosa um hetta føroyska oljufelagið, sum er virkið í Føroyum men sum eisini hevur fingið fótin fastan í Bretlandi. Eitt nú hava stór íløgufeløg í Bretlandi víst Faroe Petroleum stóran ans og áhuga. Uppgávan hjá honum verður m.a. at vísa á, hvussu tað hevur borið til hjá útlendskum íleggjarum at gera íløgur í Føroyum og blíva ein týðandi partur av eini komandi oljutilgongd.
Roknað verður við stórari luttøku skilur Sosialurin. Innbjóðingar eru sendar til nógvar fyritøkur í Bretlandi, eitt nú analytikarar á partafelagsmarknaðinum og eisini analytikarar sum heild, til íløgufeløg og ikki minst til teir miðlarnar, sum skriva um vinnu og fígging. Somuleiðis eru stór feløg í Føroyum boðin við, feløg sum Notio, Framtaksgrunnurin og onnur feløg. Eisini íslendskar íløgufyritøkur og bankar, sum hava skrivstovur í London, og sum hava og kunnu hugsast at hava áhuga fyri at gera íløgur í Føroyum, eru bodnar við.
Talan verður tí um at skapa sambond millum týðandi fyritøkur í Føroyum og útlendsk áhugamál, sum kunnu hugsast at vilja gera íløgur í Føroyum í framtíðini.
Á kunningardegnum fer at verða greitt frá, hvørjar ætlanir føroyska vinnan og ikki minst landsstýrið hevur, her eitt nú í sambandi við at privatisera fyritøkur. Roknað verður kanska ikki við nøkrum beinleiðis úrslitum her og nú men hugsað verður um at byggja brýr og skapa sambond. Men hetta verður so gjørt fyri at siga frá, at Føroyar eru til, og at her kunnu vera á vinnugreinar, sum kunnu vera áhugaverdar at gera íløgur í.
Tiltakið verður gjørt í samstarvi við Faroe Petroleum, har nakrar av teirra kontaktum verða bruktar, og verða teir eisini brúktir til at siga frá, hvussu teir hava borið seg at sum føroyskt felag at fáa útlendingar at gera íløgur í eitt nú eina komandi føroyska oljuleiting.
Tað hevur nógv at siga, at eitt felag sum hevur klárað seg væl í Føroyum, kann siga øðrum frá, hvussu man hevur borið seg at. At tað hevur riggað. Tað skapar eisini álit um, at her eru møguleikar, og at tað ber til.
Skapa áhuga fyri Føroyum
John Rajani á føroysku sendistovuni í London sigur, at teirra uppgáva er at skapa áhuga fyri Føroyum sum heild og ikki minst fyri vinnumøguleikum í Føroyum. At tað er tørvur á at fáa útlendingar at gera íløgur í Føroyum. Og at man politiskt er áhugaður í tí, og at man sær tað sum nakað gott. Slíkur kunningarfundur og samkoma kann vera ein av mátunum at gera tað uppá.
Uppá fyrispurning hví London er valt til endamálið sigur John Rajani, at tað er m.a. tí at vit hava sendistovu har og tí býurin er ein fíggjarmiðdepil. Eisini tí at nógv av oljufeløgunum eru har, og tí flestu av íslendsku íleggjarunum eisini halda til her.
At løtan júst nú er vald kann so eisinivera tí, at fleiri almennar føroyskar fyritøkur skulu privatiserast, eitt nú Føroya Tele, Atlantsflog, Føroya Banki og aðrar stórar fyritøkur, so man er opin fyri fleiri modellum, hvussu tað kann vera gjørt og fyri útlendskum íleggjarum. So ein kann siga, at hesin dagurin eisini kann síggjast sum tað at skapa áhuga fyri tí, sum kann henda. At lata upp eyguni hjá útlendingum fyri Føroyum og soleiðis at føroyingarnar sum vera við kunnu fáa kontaktir við tann fíggjarheimin, sum er uttan fyri Føroyar, eitt nú í London og sum man kanska kann arbeiða víðari við.
Vitja á Man
Ætlanin er eisini, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Báður Nielsen skal vitja á oynni Man, har hann skal hoyra um, hvussu man hevur havt eydnuna við sær við at fjøltátta búskapin. Teir hava havt eina klára strategi um at gera búskapin meira fjølbroyttan. At fara frá einum búskapi, sum bygdi næstan 100% á ferðavinnu til ein búskap, sum byggir á fleiri onnur bein, t.d. eina vælvirkandi skipaskráseting, miðdepil fyri fíggingarstovnar o.a.
Eftir kunningina bjóðar danski sendiharrin til eina hugnaløtu.
Tað eru annars skjótt trý ár síðani, at føroysk sendistova varð latin upp í London. John Rajani hevur verið har frá byrjan og gevst í London í september. Hetta tiltakið verður so eitt av teimum stóru. Vit spurdu hann, um skrivstovan hevur verið Føroyum hent og um hetta er ein skilagóð raðfesting av føroyskum myndugleikum. Hann sigur, at hetta má so vera upp til føroyskar myndugleikar at meta um, antin vit skulu hava sendistovur uttanlanda ? um vit vilja selja Føroyar politiskt, vinnuliga og tá brúka sendistovur sum eina kobling millum myndugleikar og vinnulív. Spurningurin er hvat man vil og hvussu man skipar tað. Hann vísir annars á, at tað eru veldugir møguleikar í Bretlandi. Vit hava nógvar uppgávur her. Her búgva 60 mill. fólk. Bretland og her serstakliga Skotland er og kann gerast ein stórur samstarvspartnari, bæði innan fiskivinnu, alivinnu, orku og olju, útbúgvingarstovnar og mentanarlív.
Stóri kunningarfundurin, sum verður hildin í London, mikudagin 18. mai er so ein nýggj byrjan í møguligum samstarvi millum føroyskt vinnulív og útlendskar fyritøkur.