Hvønn veg gongur útviklingurin á føroyska landgrunninum, tá talan er um framtíðar oljuleiting og framleiðslu spurdi Jan Müller, blaðstjóri m.a. í fyrilestri sínum á oljuráðstevnuni Offshore Faroes í Norðurlandahúsinum nú um dagarnar. Eftir at hava nevnt komandi boringar á landgrunninum, sum sjálvandi eru tær, ið kunnu siga okkum um olja og gass eru í undirgrundini, nam hann eisini við oljutilgongdina hinumegin markið, ið kann fáa stóran týdning fyri Føroyar.
-Vit fylgja sjálvandi væl við tí, sum fer at henda her hjá okkum, men vit eiga eisini at venda eyguni eftir útviklinginum hinumegin markið, har oljufund sum Rosebank/Lochnagar, Cambo, Suilven og Clair og gassfund sum Laggan kunnu vera tey, sum veruliga fara at lata dyrnar upp til ríkidømi í okkara undirgrund. Útbygging av hesum feltum sigur í løtuni kanska nógv meira um okkara egnu framtíð enn vit gera okkum greitt segði Jan Müller.
Tað var í hesum sambandi, at fyrilestrarhaldarin nevndi eina sera spennandi verkætlan, sum bretska stjórnin hevur tikið stig til. Eftir ynski frá bretsku stjórnini, hevur DTI, sum er tann ráðharrastovan, sum umsitur oljuleiting og framleiðslu sett ein arbeiðsbólk nevndur “West of Shetland Task Force”, har fleiri av heimsins størstu oljufeløgum, BP, TOTAL, Chevron, ExxonMobil, Dong og Statoil eru við. Hesin bólkurin hevur til uppgávu at gera uppskot til framtíðar infrastruktur, undirstøðukervi á Atlantsmótinum.
Samskipa verkætlanir
Ætlanin við hesum er at samskipa orkuna og tær mongu verkætlaninar vestan fyri Hetland fyri at vita, um man kann skapa grundarlag undir felags útbyggingum av rørleiðingum og øðrum infrastrukturi, soleiðis at olja og gass í fundum, sum eru gjørd men har støða ikki er tikin til útbygging, kunnu fáast til høldar. Hetta verður eisini gjørt fyri at tryggja, at eisini smærri og í dag ólønandi felt kunnu fara undir framleiðslu.
DTI, (Department of Trade and Industry) vil við hesum arbeiðsbólkinum í veruleikanum skunda undir menningina av olju- og gassframleiðslu á øllum Atlantsmótinum.
Jan Müller vísti á, at ein slík verkætlan kann koma Føroyum og komandi fundum her væl við. Útbygging av oljufeltum sum t.d. Rosebank, Cambo og Suilven skamt frá markinum og gassfeltum sum Laggan nakað eystari kunnu gera tað møguligt hjá feltum okkara megin eisini smærri feltum at binda seg í infrastrukturin, sum tá vónandi verður í grannalagnum. Hann segði víðari:
Orkupolitiskan týdning
-Her er so eisini talan um gass, og henda ætlan, sum bretskir myndugleikar hava sett í gongd, er ómetaliga áhugaverd fyri okkum eisini. Talan er í veruleikanum um eina ætlan, sum skal vera við til at tryggja tí risastóra og tysta bretska heimamarknaðinum gass, nú Bretland fer at verða meira og meira bundið av innfluttum gassi. Gass kemur sum er av meginlandinum og úr Norra men kunnu bretar sjálvir við gassfeltum millum Hetland og Føroyar vera við at nøkta egnan gasstørv, tá hevur hetta bráddliga stórpolitiskan týdning fyri Bretland.
Hetta sigur mær so mikið sum, at Føroyar, um tað liggja stór gassfelt í undirgrundini, kunnu koma at vera partur av hesum stórpolitiska spæli: nevniliga at kunna veita stórum gassmarknaðum í bæði Bretlandi og inni á meginlandinum føroyskt gass. Vit vera mett sum eitt trygt og stabilt øki politiskt, og tað kann eisini hava stóran týdning fyri framtíðar orkuveiting. Nú russar spæla sær við musklunum og hótta við at steðga gassflutningi gjøgnum Hvítarusland og víðari til Europa kann gass frá Atlantsmótinum vera av alstórum týdningi fyri Stórabretland serliga. Hetta kann vera ein orsøk til, at bretskir myndugleikar nú skunda undir oljufeløgini og oljuídnaðin at menna infrastrukturin í økinum fyri harvið at fáa gongd á gassframleiðsluna. Ein fortreyt fyri eini slíkari framleiðslu er nevniliga rørleiðingar, sum kunnu flyta gassið til Hetlands ella til Skotlands segði Jan Müller m.a. í fyrilestri sínum á Offshore Faroes 07.