Føroyar má gerast ein pull-faktorur

Vit bjóða hægsta skattatrýst í heiminum, høgar matvøruprísir, javnan samgonguslit og skjótan og effektivan fíggjarpolitikk - har løgtinglimirnir bert fáa 45 minuttir at góðtaka fíggjarlógir

Eisini fáast ókeypir soppar á flestu almennu stovnum, og um tú kemur heim aftur úr einum evropeiskum stórbýi eftir loknan lesnað, so er tað mest sannlíkt, at tú í framtíðini verður sendur til eksotisku oynna fyri sunnan. Umframt hetta kunnu vit veita trygd fyri, at tú sleppur á limalistan hjá Kringvarpinum og at 50% av tínum vinfólki, ið eru lesandi uttanlands, aldri venda nøsini heim aftur til tín. Vælkomin til Føroyar.
Hóast tølini í kanningini hjá Norðuratlantsbólkinum um føroyingar í Danmark vóru alarmerandi, so tyktist hon als ikki at fáa føroyingar upp úr stólinum. Kanningin setti tó dám á nakrar kjaksendingar, men best var at stinga høvdið niður í jørðina og vóna, at alt nokk fór at ‘laga seg’.
Í kanningini varð m. a. spurt um framtíðar bústaðarætlanir hjá teimum luttakandi. Bert 22% svaraðu, at tey ætlaðu sær heilt vist at flyta aftur til Føroyar at búgva, 18% vóru í iva, meðan yvir helvtin, 53%, høvdu als ikki ætlanir um at flyta heim aftur til Føroya. Harvið vísir kanningin greitt, at fólkaflyting ikki verður ein trupulleiki í framtíðini, men longu er ein trupulleiki. Í innleiðsluni til hesa grein varð víst á nakrar av teimum mongu push-faktorunum, ið gera seg galdandi í føroyska samfelagnum. Føroyar hevur tó eisini pull-faktorar, ið gera, at fólk tíma at flyta aftur til Føroya. Familjusambondini eru av stórum týdningi, men sambært kanningini, so er hesin pullfaktorurin longu nú vorðin ov veikur at draga føroyingar uttanlands heim aftur. Harvið tykist tað vera greitt, at skal fólkatalið í framtíðini vaksa í Føroyum, mugu vit skapa pullfaktorar, ið kunnu draga ungu føroyingarnir heim aftur eftir loknan lesna.
Útjaðarin Føroyar
Innanhýsis stríðið í Føroyum tykist uppá mangar mátar at køva visjónirnar fyri einum framkomnum landi, ið er áhugavert hjá føroyingum at búgva í, men eisini hjá føroyingum uttanlands at koma heim aftur til. Politiska síðan av málinum snýr seg í høvuðsheitum um útjaðara- og miðstaðarpolitikk. Men sambært kanningini hjá Norðuratlantsbólkium, so tykist trupulleikin ikki at vera eitt stríð millum útjaðara og miðstað í Føroyum, men Føroyar sum útjaðara í globala heimssamfelagnum. Føroyar eru í beinleiðis kapping við aðrar stórbýir í Evropa, og sambært kanningini, so tapa vit so dyggiliga.
Havast má í huga, at føroyingarnir, ið venda aftur til Føroyar, í stóran mun hava búð í stórbýum, ið hava nógv fleiri arbeiðsmøguleikar og nógv fleiri frítíðartilboð enn Føroyar hevur. Føroyar má royna at bjóða somu arbeiðs-og frítíðartilboð sum aðrir miðstaðir, hóast tað er í minni vavi. Av tí at Føroyar eru so lítlar, so ber hetta bert til, um ymisku økini í Føroyum semjast um eina eind, og ikki lata lokalstríðið vera dominerandi kraftin í samfelagnum. Orðið, miðsavning, verður av mongum sæð sum ein vanlukka, men kann enda við at vera bjargingin fyri útjaðaran, Føroyar. Ein miðsavning av arbeiðsplássum og frítíðartilboðum hevði ført við sær nógv fleiri møguleikar fyri einstaklingin, og hevði harvið kunna skapa fleiri og sterkari pullfaktorar, enn ymisku økini høvdu kunnað skapt hvør sær.
Stuttu frástøðurnar í Føroyum gera tað púra høpisleyst at tosa um miðstað og útjaðara. Skal Føroyar í framtíðini hava nakran møguleika at kappast við útheimin um føroyska ungdómin, er neyðugt, at lokalstríðini ikki fáa pettað Føroyar sundur í enn smærri eindir. Kappingin eigur heldur at vera úteftir. Týdningarmiklasta vøran í tænastu-og vitanarsamfelagnum er vitan, eisini nevndur humanur kapitalur. Fáa vit ikki vitanina heim aftur til Føroyar, kann hetta fáa álvarsligar avleiðingar fyri búskapin, og harvið eisini teir møguleikar eitt samfelag fær bjóða føroyingum í framtíðini. Missa vit í framtíðini meir enn helvtina av teimum, ið eitt nú fara til Danmarkar at lesa, kann hetta í ringasta føri enda við, at Føroyar um eina hálva øld ber eyðkenni av at vera eitt pensiónistaland.

Pullfaktor her: Ymiskir samfelagsfaktorar, ið kunnu draga føroyingar aftur til Føroya
Pushfaktor her: Ymiskir samfelagsfaktorar, ið kunnu virka til at føroyingar ikki koma aftur til Føroya