Føroyar positivt ovarlaga í enskari kanning

- Vit hava í hesi kanning, sum granskingarstovnur í Bretlandi hevur gjørt, fingið eitt positivt herðaklapp uttan úr heimi, sigur Føroya Reiðarafelag Ein bretskur granskingarstovnur, Chatham House, hevur staðið fyri eini kanning, sum eitt nú snýr seg um, hvussu lond, ið reka fiskiveiði, hátta sær á heimsins høvum og við tí náttúrutilfeingi, sum har er.

Føroya Reiðarafelag veit at siga, at kanningin fevndi um tilsamans 53 lond.

- Føroyar er tað landið, ið fekk hægsta stigatal, tá ræður um hentleikaflagg, og hetta merkir, at moralurin hjá føroyingum á hesum øki er góður.

Hyggja vit at samlaða stigatalinum, liggur Noreg á fyrsta plássi við 28,5 stigum og Føroyar á øðrum plássi við 27 stigum.

Kanningin fevnir ikki bara um hentleikaflagg, men samanber eisini, hvussu londini fyrihalda seg til eitt nú óskrásetta veiði, óregluligan fiskiskap og útblaking av fiski.

Hini norðurlondini, sum vóru við í kanningini, fingu hesi stig; Ísland (19), Svøríki (16,5) og Danmark (15,5).

Og soleiðis lógu Føroyar nógv fremri enn bæði Ísland, Svøríki og Danmark.

- Kanningin er eitt positivt íkast, tá hugsað verður um alla ta negativu umtalu, vit hoyra dagliga. Vit heilsa tí hesum herðaklappi uttan úr heimi vælkomnum, sigur Føroya Reiðarafelag, sum sjálvandi fegnast um góða úrslitið.