Vit skulu ikki í Føroyum góðtaka, at fjølmilar og onnur dagliga siga okkum, at danskarar, ið eru somu ríkisborgarar sum vit, fáa næstan tað dupulta í pensión og allar møguligar aðrar sosialar sømdir á einum nógv hægri støði enn vit kunnu gerða okkum nakra vón um at fáa her á landi.
Hetta, at tað skal vera so, er ikki fyri tann føroyska borgaran rætt, og tí skulu vit ikki góðtaka hetta. Landstýrið við hesum trimum flokkunum, mátti eisini kunna roknað hetta út. Einki kann longur haldast fjalt.
Miðlarnir eru ov lætt atkomiligir hjá fólki. Øll verðin er inni í okkara stovu hvønn einasta dag og tí vita fólk, ið fylgja eitt sindur við, hvussu livikorini eru hjá øðrum.
Landstýrið kann ikki blíva við at halda, at føroyingurin trýr, at alt verður betri um vit fáa laga tað til sokallaði føroysk viðurskiftir.
Føroysk viðurskiftir
Hvat eru føroysk viðurskiftir? Eru tað lægri pensiónir, minni almannaveitingar, súklur til heimahjálparar og helst viðgerð á einum sjúkrahúsi, har øll á deildini siga seg úr starvi, tí at landstýrið ikki finnur útav, hvussu teir skulu játta pening?
Orsaka meg, at eg sigi so; men sigur landstýrið ikki, at tað eru ongantíð játtaðir so nógvur peningur til landsjúkrahúsið sum nú ? Tey, ið arbeiða har, siga seg ongan pening at síggja. Tey spyrja
? HVAR ER PENINGURIN TEIR SIGA SEG AT HAVA JÀTTAÐ ? ?
Eru hetta føroysk viðurskiftir ella hvat ? Vilja vit Føroyingar veruliga hetta ? Skal tað fyri nakran føroying verða ein ótti at blíva gamal, sjúkur ella óhjálpin?
Eg haldi, at Fólkatingsvalið prógvar fyri núverandi landstýri, at fólk ikki eru so altráð eftur teimum sokallaðu føroysku viðurskiftunum, men vilja hava hjálp, har hjálp treingir til. So kann tað vera líkamikið hvussu landskassin fær førleikan til at veita hesa hjálp !
Føroysk viðurskiftir eru ikki fullveldisviðurskiftir
Eg haldi, at vit skulu ístaðin kalla tað føroysk viðurskiftir, tá tað ber til og tá alt er sum tað skal vera. Tá øll, ið skulu hava hjálp, fáa hjálp og pensiónin er til at liva av.
Tað sum landstýrið kallar føroysk viðurskiftir (har føroyski borgarin veit, at einki ber til), kunnu vit ístaðin kalla fulveldisviðurskiftir.
Nei, latið okkum føroyingar bretta upp um armar og velja eitt nýtt løgting (og harvið landsstýri), ið kann fáa øll hesi viðurskiftir í rættlag og gera Føroyar til eitt frælst land í ríkinum. Eitt landstýrið, ið ikki blakar inntøkur fyri borð, vælvitandi um, at hesar inntøkur kundu komið borgarunum tilgóðar.