Føroyar spæla vinardyst í Reykjavík

Føroyska A-landsliðið í fótbólti hjá monnum skal royna seg á Laugardalsvøllinum í Reykjavík í vinardysti ímóti Íslandi. Hetta verður mikudagin 14. august.

Tað boðar Fótbóltssamband Føroya frá umvegis heimasíðu sína.

Sum liður í fyrireikingunum til HM-undankappingardystirnar hjá føroyska A-landsliðnum við monnum í september mánaði, hevur Fótbóltssamband Føroya gjørt avtalu við KSI, íslendska fótbóltssambandið, um at Ísland og Føroyar spæla vinardyst á Laugardalsvøllinum í Reykjavík mikudagin 14. august.

Næsti undankappingardystur hjá føroyska landsliðnum er á útivølli fríggjadagin 7. juni, tá Írland og Føroyar møtast á Aviva Stadion í Dublin, og fýra dagar seinni taka sviar ímóti á Friends Arena í Stockholm.

Í september skal føroyska liðið spæla á útivølli ímóti Kasakhstan og á heimavølli móti Týskland, og í oktober koma Kasakhstan og Eysturríki til Føroyar at spæla.

Ísland er í HM-undanbólki E, saman við Sveis, Albania, Norra, Kypern og Slovenia. Eftir fimm dystir eru íslendingar nummar 2 í bólkinum við 9 stigum.

Seinast Ísland og Føroyar møttust í landsdysti, var í august í fjør. Ta ferðina vunnu íslendingar 2-0.