Føroyar til OL: Pál skal í hylin leygardagin

Leygarmorgunin ólavsøkuaftan fer Pál Joensen í OL-hylin í London. Á skránni er innleiðandi kappingin í 400 metrar frí.

 

Í Vikublaðnum, sum Sosialurin gav út í síðstu viku, segði Pál Joensen, at hann skal brúka kappingarnar hetta vikuskiftið at føla seg fram, sum hann málbar seg. Vágbingurin er langteinasvimjari, og tað er 1500 metra frísvimjingin, sum er fremst í huganum.

 

- Eg havi ikki verið har fyrr, so tí ræður um hjá mær at vera púra greiður yvir, at hetta er ikki tað sama sum nakað av hinum, eg havi roynt fyrr. Tí kann 400 meturin eisini hjálpa mær, so eg ikki standi púra á berum í innleiðandi kappingini á 1500 metrum, segði Pál Joensen.

 

- Fyri mítt viðkomandi hevur tað tó alt at siga, at eg raki toppin fríggjamorgunin 3. august, tá innleiðandi svimjingin verður á 1500 metrum, og so kvøldið eftir, tann 4. august, tá finalan er á skránni. Mín olympiski dreymur er at kunna vera við í tí finaluni, so einfalt er tað!

 

SKRÁIN HJÁ PÁLI JOENSEN:

 

Leygardagin, 28. juli:

 

Klokkan 10.47: 400 metrar frí, innleiðandi

Klokkan 19.49: 400 metrar frí, finala (treytað av, at hann svimur seg víðari)

 

Týsdagin, 31. juli:

 

Klokkan 11.17: 4x200 metrar frí, innleiðandi

Klokkan 20.47: 4x200 metrar frí, finala (treytað av, at hann svimur seg víðari)

 

Fríggjdagin, 3. august:

 

Klokkan 10.23: 1500 metrar frí, innleiðandi

 

Leygardagin, 4. august:

 

Klokkan 19.36: 1500 metrar frí, finala (treytað av, at hann svimur seg víðari)