Føroyar tvey pláss aftur á FIFA styrkilistanum

Føroyar eru nú nummar 118 á FIFA styrkilistanum, sum júst er kunngjørdur. Vit hava 284 stig og liggja aftanfyri Kenja, skrivar FIFA.com í dag.

 

Tað hevur ikki verið tann nógvi landsliðsfótbólturin seinasta mánaðin og tí eru heldur ikki stórvegis broytingar á FIFA styrkilistanum. Spania er framvegis nummar eitt, meðan Týskland er nummar tvey. Uruguay er nú nummar trý og tað er tað hægsta landið hevur verið á FIFA styrkilistanum nakrantíð. Danmark er farið tvey pláss fram á listanum og er nú nummar níggju.

 

Í Asia hava undankappingardystir til Asiatiska meistaraheitið verið og tí hava lond sum Norðurkorea og Turkmenistan gjørt eitt lop á listanum.

 

Komandi FIFA styrkilistin verður kunngjørdur 9. mei.

 

Útvald lond á FIFA styrkilistanum fyri apríl 2012:

 

1: Spania

2: Týskland

3: Uruguay

4: Holland

5: Portugal

6: Brazil

7: Ongland

8: Kroatia

9: Danmark

10: Argentina

17: Svøríki

24: Noreg

118: Føroyar

131: Ísland

 

Fult yvirlit yvir listan kanst tú síggja á hiemasíðuni hjá FIFA HER