Føroyar vunnu á Grikkalandi

Føroysku hondbóltskvinnurnar vunnu 25-24 á Grikkalandi í EM undankappingini

Dómarin hevur júst bríkslað dystin av millum Grikkaland og Føroyar í EM-undankappingini í kvinnuhondbólti.

 

Føroysku hondbóltskvinnurnar vunnu 25-24. Tað helt hart aftaná ein frálíkan fyrra hálvleik har føroysku kvinnurnar vóru á odda 15-10. Griksku kvinnurnar ótu spakuligt leiðsluna hjá føroyska liðnum, men tað helt og føroysku kvinnurnar bóru sigurin heim. Grikkaland megnaði ongantíð at javna ella at koma framum í seinna hálvleiki.

 

Anna Brimnes gjørdist toppskjútti hjá Føroyum við sjey málum. Kristianna Henneberg Joensen skoraði seks mál, og Turið Arge skoraði fimm mál. Nina Katrina Johansen skoraði trý mál, Bjarta O. Johansen skoraði tvey mál, og Bára K. Hansen og Siw M. Larsen fingu eitt mál í part. 

 

Griksku kvinnurnar vunnu 29-20 á Finnlandi ígjár, so um nú hava føroysku kvinnurnar ein gyltan møguleika at vinna seg víðari til høvuðsundankappingina.

 

Føroyar og Finnland spæla í morgin, sunnudagin klokkan 13. Við javnleiki og sigri vinna føroysku hondbóltskvinnurnar seg víðari.

 

Undankappingin millum Grikkaland, Føroyar og Finnland verður avgreidd í Grikkalandi.

 

1.FØROYAR110025:242
Grikkaland210153:452
Finnland100120:290