Danski familjuráðharrin, Henriette Kjær, er eftir øllum at døma ikki bangin fyri at ganga stjórnarleiðaranum, Anders Fogh Rasmussen ímóti.
Hóast forsætisráðharrin gav greitt til kennar á tíðindafundinum á Christiansborg týsdagin, at hann helt ikki tað var rætt av donskum politikarum at leggja seg út í kjakið um fosturtøku í Føroyum, hevur Henriette Kjær gingið ímóti boðunum frá forsætisráðharranum.
Við netsíðuna hjá Danmark Radio sigur familjuráðharrin, at tað er ótíðarhóskandi, at føroyskar kvinnur ikki hava rættindi til fría fosturtøku.
?Eg haldi, at føroyingar eiga hava fría fosturtøku. Eg haldi tað er ótíðarhóskandi og einki samband við veruleikan í dag, har stórt sæð øll børn eru ynskibørn, at føroyskar kvinnur ikki hava møguleikan fyri fríari fosturtøka, heldur Henriette Kjær.
Í Danmark hava annars framsøgumenninir í javnstøðumálum hjá Vinstra, Danska Fólkaflokkinum og teimum Kristiligu verið av teirra áskoðan, at danir ikki eiga at blanda seg í føroysku viðurskifti.Hesum er Henriette Kjær ikki samd við.
?Tað er tað sama sum at eg viðmerki støðuna í USA, har George Bush stríðist ímóti rættindinum hjá kvinnum fyri fríari fosturtøku, sigur Henriette Kjær.
Hon heldur, at so leingi talan er um eina viðmerking og eina áheitan, er eingin trupulleiki við, at hon sigur sína hugsan um spurningin