Man skuldi trúð, at Paul Watson bleiv klókari við árinum, men nei. Hann gongur stadigvekk við klaffun fyri eyguni. At jagstra føroyingar fyri at drepa grind liggur ovast á listanum, Paul Watson burdi vitað, at tað ikki er tí vit drepa grind, at læknar ávara ímóti at eta tvøst og spik, men grundina finna vit hjá landsmonnum Paul Watson og fleiri við sum gifta alla klótuna.
Mín vón hevði verið, at Paul Watson brúkti sínar kreftir at verja Jørðklótuna ímóti tí stóru dálking, sum fer fram og hevur gjørt tað í fleiri ár, tað er púra klárt at øll tann gift, sum rennur út á hav, og tað sum fer upp í luftina kemur at gera tað óliviligt her á jørð, bæði fyri menniskjur og djór.