Føroyingar hava málreins í blóðinum

Málreinsan er ikki ein lærd traditión, sum sendir boð úr erva niður til fólkið um at rudda alt fremmant úr føroyska málinum. Ynskið um at skapa nýggj føroysk orð er heldur ein nátúrligur partur av okkara felags mentan, staðfestir Jógvan í Lon, formaður í Málnevndini


Hvønn mánamorgun setur málfrøðingurin Jógvan í Lon seg hugagóður við mikrofonina í útvarpinum at svara spurningum frá lurtarum.

»Er tað rætt, tá fjølmiðlafólk siga, at eitt skip liggur 'svínabundið', tí tað ikki sleppur avstað«?

»Skulu norðoyingar sleppa at blíva við at tosa um eina 'gitar' í kvennkyni, tá tað nú eitur ein 'gittari' og er kallkyn?

Tolin greiðir málfrøðingurin frá, hvussu merkingin av svínabundin hevur flutt seg og hvussu ymisk frábrigdi av gittar kanska hava tikið seg upp.

Men útvarpsmaðurin ótolnast. Hann vil vita, hvat er rætt og hvat er skeivt. Men málfrøðingurin smoyggir sær undan, og heldur fram at greiða frá.

Og soleiðs er tað ofta í Máltáttinum. Lurtarar gerast klókari, men nakar hvassur dómur yvir, hvør málnýtsla kann góðtakast ella ikki, fellur sjáldan.

- Eg haldi ikki, at Máltátturin í Útvarpinum er staðið at fella skjótar dómar yvir, hvussu fólk skulu tosa. Tað hevði til dømis eisini boðið mínum fakliga stoltleika ímóti at sagt, at allir klaksvíkingar brúka orðið gitar skeivt, tá tað nú er vanligt at siga soleiðis á norðoyamáli, sigur Jógvan í Lon, og leggur áherðslu á, at í Máltáttinum tosar hann sum privatmaður og ikki sum formaður í Málnevndini

- Hinvegin haldi eg sendingina vera eitt fínt høvi at greiða frá, hvussu ymisk málslig fyribrigdi hanga saman og samstundis lýsa málsliga landslagið í Føroyum. 



Gamal fordómur

Hóast hetta landslagið onkuntíð kann tykjast vandamikið at ferðast í, heldur málfrøðingurin ikki, at málsligu gjáirnar eru so djúpar, sum vit hava lyndi til at halda.

- Tað er ein gamal fordómur, at tað øðrumegin eina djúpa gjógv sita nakrir lærdir málreinsarar og geva fólkinum hinumegin boð um at rudda alt fremmant úr føroyska málinum. Nógv nýggj føroysk orð koma netupp frá fólki kring landið. Tað eru orð sum til dømis 'karðalás' og 'geymi' rættiliga góð dømi um. Og flestu spurningarnir til Málnevndina eru eisini frá fólki, sum vilja vita, hvussu okkurt eitur á føroyskum, sigur Jógvan í Lon.

Sambært honum er hetta at skapa nýggj føroysk orð meir ein partur av føroyskari mentan enn ein lærd traditión millum nakrar fáar mentanarpávar. Hetta sæst eisini aftur í, at okkara málkjak stórt sæð bara snýr seg um einstøk orð, also ein leksikal purisma, sum kanska hevur lyndi til at gloyma evni sum bendingar og setningsbygnað.

- Ein orsøkin er nokk, at tað jú er lutfallsliga lætt at hava eina meining um einstøk orð, meðan mállæruspurningar kanska krevja eitt sindur meir. Hinvegin er lítil ivi um, at málreinsan sum ideologi er komin inn í blóðið hjá flestu vanligu føroyingum, sigur Jógvan í Lon

Eftir hansara tykki er eisini nýggi Málteigurin í Sosialinum hjá limum í Málfelagnum eitt gott dømi um, at føroyska málkjakið kanska ongantíð hevur snúð seg um málreinsarar mótsett liberalistum, sum vilja loyva mest sum øllum.

- Málfelagið verður jú vanliga fatað sum sera liberalistiskt, og fyrsti teigurin var eisini skrivaður á einum rættiliga fríum máli, sum legði seg tætt at talumáli við orðum sum 'beskriva' og 'planlegging'. Men samstundis harmast, tann sum skrivar, um at fjølmiðlafólk brúka eitt hálvdanskt orð sum 'eldtong', tá vit nú hava tað góða, gamla føroyska 'klovi', og harvið viðger teigurin nakað, sum er farið av lagi. Her tykist also ongin andsøgn longur at vera millum liberalistarnar og sokallaðu málreinsararnar, sigur Jógvan í Lon, sum í so máta heldur andan í hesum fyrsta málteiginum hjá Málfelagnum vera sera áhugaverdan.

- Teigurin vísir í grundini, at ymsu meiningarnar um føroyska málið ikki kunnu læsast inni í vantøttum kassum, men heldur flyta seg aftur og fram á einum skala, alt eftir, hvørji orð talan er um. 



Megafeitir apostlar

Spurningurin er so, hvussu langt vit kunnu loyva okkum at flyta okkum á hesum skala. Nýliga var til dømis kjak í donsku málnevndini, um sagnorðið 'at googla' skuldi við í dagførdu Ordbog over det danske sprog. Spurdur, hvat hann hevði sagt til ein slíkan spurning, er Jógvan í Lon eitt sindur í iva. - Trupulleikin við hesum tøkniligu orðunum er, at tey ofta eru komandi og farandi. Hinvegin er tað ofta bara ein spurningur um tíð, til nýggj orð eru ein so fastur partur av gerandismálinum, at tað fyri summi kennist nátúrligt at tey koma inn í skriftmálið. Sjálvur haldi eg tó fast við, at vit eiga at royna at finna føroysk orð fyri hesi nýggju fyrbrigdini. Ber tað ikki til, ja so mugu vit brúka fremmanda orðið, sigur Jógvan í Lon og minnir á, at tað undir øllum umstøðum er umráðandi, at málið gevur endurljóð hjá teimum, sum brúka tað.

Tí ber tað heldur ikki til at banna teimum ungu at taka orð sum 'megafeitt', 'superkul' og líknandi inn í teirra skrivaða mál. Vit mugu bara syrgja fyri at læra tey, at hetta er ein ávís málslig stíllega, ið tey ikki kunnu brúka, sum teimum lystir, uttan fyrilit fyri stílvirðinum.

- Tey flestu av okkum hava ein varhuga av muninum millum eitt nú gerandismál og bíbliumál. Men hjá nógvum skúlanæmingum er hetta stílmedvitið heilt burtur, so tey taka ofta bara tað fyrsta, tey koma í tankar um. Tí má onkur fortejla teimum ungu, hví tað ikki gongur at skriva at "apostlarnir vóru nakrar megafeitar typur".

Jógvan í Lon er nevniliga sannførdur um, at føroyska málið rúmar flest øllum stíllegum. Tí má tað áliggja lærararum at stimbra stílmedvitið hjá næmingum við at lata teir samanbera ymisk tekstasløg, so teir fáa eina kenslu av muninum, heldur enn bara at kveista teirra ungdomsmál burtur sum óbrúkiligt.

- Vit eldru kunnu í øllum førum illa loyva okkum at gera av, hvussu tey ungu skulu málbera seg, tí teirra mál er jú samleikaskapandi - ikki minst í mun til altjóðagjørda heimin, tey liva í, sigur málfrøðingurin. 



Dialektir í Útvarpi Føroya

Spurningurin um málið sum samleikaskapandi, leiðir prátið yvir á Útvarp Føroya, har onkur upplesari nýtir eina so sermerkta dialekt, at summi siga seg hava ilt við at skilja, hvat hann sigur.

Jógvan í Lon skilur væl, hví Útvarp Føroya hevur tikið avgerð um at lata ymsu dialektirnar sleppa framat mikrofonini, og minnir á, hví hendan avgerðin var tikin.

Fyrstu árini, útvarpið sendi, var tað nevniliga álagt øllum upplesarum at tosa suðurstreymoyarmál og siga til dømis 'ei' og 'ó' sum á havnarmáli, greiðir Jógvan í Lon frá. Sum frá leið, fall tað tó alt fleiri upplesarum fyri bróstið, at teir ikki sluppu at lesa upp á egnum bygdamáli. Tí bleiv avgerðin seinni broytt til at lata málið í útvarpinum endurspegla ymsu dialektirnar í landinum - eisini fyri at tær ikki skuldu hvørva úr føroyska málinum.

- Tá tú tekur eina slíka avger, kanst tú ikki loyva tær bara at velja nakrar ávísar dialektir út, men mást eisini lata tær mest ekstremu dialektirnar sleppa framat, sum jú eisini eru tær, sum annars fyrst hvørva úr málinum. Vísir tað seg hinvegin, at fólk tá hava ilt við at skilja, tað sum verður sagt, má spurningurin takast upp av nýggjum, heldur Jógvan í Lon.

Sjálvur dylur hann ikki yvir, at hann onkuntíð kundi ynskt, at vit høvdu eitt slag av ríkisføroyskum kringvarpsmáli, sum vit øll kunnu vera felags um, og sum kundi gjørt Kringvarp Føroya til fyrimynd fyri góðan málsligan framburð.


Málsligt snobbarí

Trupulleikin við slíkum almennum kringvarpsmálum er kanska, at tey hava lyndi til at leggja seg tætt at høvuðsstaðarmálinum og samstundi sum oftast fáa hægri status enn lokalu dialektirnar, sum harvið verða settar í eina veikari støðu, sigur Jógvan í Lon og leggur afturat

- Í Føroyum munnu fleiri eisini hava fýlst á, at onkur í bygdini knappliga er farin at tosa havnarmál, tá hann er komin framat eini mikrofon í útvarpinum ella kanska hevur givið eina fløgu út, sigur Jógvan í Lon, sum minnist eina gamla konu, sum undraðist yvir, at ein av ungu monnunum í bygdini var farin at ljóða so "skaputur", tá hann var at hoyra í útvarpinum.

- At vera skaputur merkir, at tú snobbar fyri øðrum, tí títt egna ikki er nóg gott. Tá tað hendir, koma ein rúgva av psykologiskum mekanismum upp í leikin, tí byrjar tú at apa tær eftir øðrum, forkastar tú so at siga samstundis allan tann lokala samleikan í bygdini, tú kemur frá, og tað finna bygdafólk í Føroyum seg ikki í.

Í einum lítlum samfelag sum tí føroyska, har sosiala eftirlitið er stórt, verður trupulleikin tó kanska ikki so stórur, tí málsligt snobbarí verður so skjótt avdúkað.

- Tað er jú skjótt at enda í einum føðingardag saman við nógvum ymsum fólkum, og tá gongur tað ikki longur at tosa svínoyarmál við gamla vinmannin fyri síðani at skifta til havnarmál, tá síðumaðurin spyr teg um okkurt, meðan vinurin úr Svínoy hoyrir teg. 



Tørvur á evsta mynduleika

Spurningurin um eitt alment útvarpsmál troðkar seg eisini alsamt meir á, nú alt fleiri beinleiðis talusendingar eru á skránni í útvarpinum, heldur Jógvan í Lon.

- Í beinleiðis talusendingunum bruka vertirnir jú sjáldan handrit, og tað setur tess størri krøv til málsliga framburðin, sum er langt frá nóg góður í útvarpinum. Har sakni eg okkurt slag av málsligari eftirúbúgving hjá vertunum ella í minsta lagi eitt størri málsligt tilvit, tí útvarpið hevur ómetaliga stóra ávirkan á føroyska málið sum heild, staðfestir Jógvan í Lon. Gamaní skal tað vera pláss fyri frábrigdum á føroyska málsliga skalanum, heldur hann, men tað merkir ikki, at alt skal latast til tilvildinda, til reinur málsligur ruðuleiki valdar.

- Nettup í einum landi, har meingarnar um málið kunnu vera so ymiskar, er alneyðugt við einum mynduleika, sum hevur heimild til at skera ígjøgnum og áleggja eina almenna málnýtslu, sigur málfrøðingurin og letur ongan iva vera um, at hesin mynduleiki átti at ligið hjá Málnevndini.

Ein slík standardisering er ikki minst neyðug, tá tað kemur til stavseting, heldur Jógvan í Lon

- Trupulleikin er, at tað er ikki samsvar millum okkara orðabøkur um ávísar stavsetingar. Tí kunnu lærarar ikki gera so nógv annað enn at siga við næmingar, at rætta stavsetingin veldst um, hvørja orðabók tey brúka. Og tí sita vit eisini í málnevndini og kjakast um, hvørt vit skulu mæla fólki til at skriva ' prostitutión' ella ' prostitusjón' bara fyri at nevna eitt dømi.

Tí heldur Jógvan í Lon eisini at tíðin er komin, at politiski mynduleikin skapar møguleika fyri at gera eina nýggja orðabók, sum verður okkara evsti stavsetingarmynduleiki. Í hesum sambandi vísur hann ikki aftur, at ávísar broytingar áttu at verið gjørdar í føroysku stavsetingini. 



Tillaga skriftmálið

Fyrr ella seinni verður so stórt glopp millum skriftmálið og talumálið, at vit mugu vera opin fyri at tillaga skriftmálið, heldur Jógvan í Lon. Talan kundi til dømis verið um at tikið 'ð' í bundnum hvørkiskynsorðum burtur ella strika munin millum 'i' og 'y', tí hetta eru stavsetingar, sum ikki hoyrast, og sum skúlanæmingar hava stórar trupulleikar av.

Men uttan mun til, hvørjar tillagingar verða gjørdar, mugu vit hugsa okkum væl um áðrenn, tí higartil hava vit ikki serliga góðar royndir av at broyta skriftmálið, staðfestir Jógvan í Lon. Til dømis heldur hann, at tað var illa umhugsa at strika tað eina 'k' ið í "Klaksvík" og samansettum orðum sum "floksmynd", tí her varð pilkað við sjálvan stovnin í orðinum. Einasta orsøkin, til at gera hesar broytingar, var at gera tað meir økonomiskt at skriva hesi orðini, og tað heldur Jógvan í Lon ikki vera nóg sannførandi.

- Sjálvt um broytingar í stavsetingini ofta vekja sterkar kenslur, so mugu vit kunna kjakast um møguligar tillagingar uttan at verða kallað landasvíkjarar, sigur málfrøðingurin avgjørdur og leggur afturat, at talan jú ikki er um at broyta sjálva stavsetingarskipanina . 



Føroyskt sum brúksmál

Ein tann størsta avbjóðingin hjá føroyska málinum í løtuni er annars spurningurin um, hvørja støðu føroyskt skal hava sum brúksmál á øllum økjum í samfelagnum, heldur Jógvan í Lon. Í øðrum Norðurlondum síggja vit, at enskt etur alt størri bitar av málsligu lagkøkuni á eitt nú hægri lærustovnum, og eisini á Fróðskaparsetrinum hevur kjakið um leiklutin hjá enskum verið uppi og vent í ávsían mum

- Á ein hátt dugi eg væl at síggja tað skilagóða í at lata enskt spæla størri leiklut á stovnum, sum hava stóran tørv á at samskifta við allan heimin. Trupulleikin fyri eitt lítið mál, sum tað føroyska, er bara, at menningin av føroyska orðafeinginum á ávísum økjum steðgar upp, um enskt verður sett í staðin. Á heilt nýggjum økjum er vandi eisini fyri, at føroyskt ongantíð fær fótin fyri seg, so tað knappliga als ikki ber til at samskifta á okkara móðurmáli um ávís fak ella evni, ávarar Jógvan í Lon.

Í øllum førum er neyðugt sum heild at halda eyga við málsligu gongdini, ikki minst í gerandismálinum, sum ávirkar okkum dagliga. Og hóast Jógvan í Lon kundi hugsað sær at sæð og hoyrt nógv meir til føroyska málið í Sjónvarpi Føroya, er hann bjartskygdur. Til dømis sær hann tað sum eitt greitt tekin um størri málsligt tilvit, at lýsingarbløðini nú í stóran mun eru á føroyskum. Og málsliga tilvitið er fremsta treytin fyri, at vit øll áhaldandi kunnu vera við til at menna føroyska málið á ein hátt, so tað kennist mest nátúrligt at brúka føroyskt í Føroyum.