Føroyingar velja beinleiðis sólferðir

Beinleiðis ferðirnar hjá Atlantic Airways til Barcelona, Mallorca, Kreta og Lissabon tykist at vera tað heilt stóra millum føroyingar hetta summarið. Tað siga føroyska ferðaskrivstovurnar, ið Vikuskiftis-Sosialurin hevur tosað við. Serliga er tað Barcelona, ið Atlantic Airways flýgur beinleiðis til sætta árið á rað.


- Mítt uppáhald er, at Barcelona er akkurát líka umtókt sum fyrsta árið. Tað eru enntá fólk, ið fara tvær ferðir um árið, sigur Sakaris Frederiksen, sølu- og marknaðarstjóri á Fonn Flog.


Tí tekur Bergur Thomsen, stjóri á 62N undir við.


- Tað búgva bara 50.000 fólk í Føroyum, men Atlantic Airways flýgur eina ferð um vikuna til Barcelona í eitt hálvt ár. Tað er øgiliga nógv, men tíðirnar eru góðar, og fólk ferðast ikki bara eina ferð um árið, men fara gjarna á fleiri ferðir, sigur Bergur Thomsen, stjóri á 62N.


Í vikuskiftisblaðnum, ið fæst til keyps í handlunum í kvøld, og verður borið fríggjadagin, ber til at lesa meira um hvar føroyingar velja at brúka summarferiuna uttanlands.