Filip Berghamar stillar upp fyri Liberal Alliance Føroyingar, sum eru búsettir í Danmark royna eisini at gera vart við seg í samband við ES-parlamentsvalið, sum nú stendur fyri framman.
Havnarmaðurin, Filip Berghamar, sum býr í Randers er valevni hjá flokkinum, Liberal Alliance, sum er flokkurin, sum tann væl kendi Naser Khader var við til at seta á stovn.
ES-parlamentsvalið verður í Danmark tann 7. juni. Júst sama dag skulu danir, føroyingar og grønlendingar taka støðu til, um trúnarvingalógin skal broytast.