Fleiri nýggj nøvn eru millum teir ellivu, ið byrja inni móti Thailandi í dag. Kaj Leo Í Bartalsstovu spælir frá byrjan. Tað gera eisin spælarar sum Viljormur Davidsen, Pætur Dam Jacobsen og Høgni Madsen, sum ikki hava verið at sæð so nógv á A-landsliðnum.
Føroyska landsliðið spælir í dag venjingarlandsdyst móti Thailandi í Thailandi. Nú er greitt hvørjir teir ellivu eru, sum byrjar klokkan 11.
Gunnar Nielsen Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Odmar Færø, Viljormur Davidsen Kaj Leo Í Bartalsstovu, Pætur Dam Jacobsen, Høgni Madsen, Símun Samuelsen Jóan Símun Edmundsson Arnbjørn Hansen.