Føroyska rossið er egið slag

Leygardagin verður framløga um DNA-kanningar av føroyska rossinum

FØROYSKA ROSSIÐ

Leygardagin 20. august 2005 kl. 17 fer Sofia Mikko, doktari, frá Sveriges lantbruksuniversitet í Uppsala at leggja fram úrslitini av DNA-kanningunum, sum vórðu gjørdar í 2003-04 av Føroyska rossinum. Fundurin er almennur, og verður í húsum Føroya Ríðingarfelags í Havnardali. Framløgan verður á svenskum, og øll áhugað eru vælkomin.
Felagið Føroysk Ross hevur seinnu árini arbeitt við at fáa loyst tvey høvuðsmál:
a)at byggja upp ein ílegugrunn við niðurfrystum rossasáði á Royndarstøðini
b)at fáa gjørt eina DNA kanning og arvafrøðiliga lýsing av stovninum.
Bæði tiltøkini eru fíggjað við stuðli úr Vinnumálaráðnum av játtanini á fíggjarlógini til varðveitslu av gomlu húsdjórasløgunum.
Dr. Sofia Mikko, granskari, ið hevur staðið fyri kanningararbeiðinum, hevði í fjør heyst vísindaliga framløgu av úrslitunum á altjóða ráðstevnu í Tokyo. Hon vitjar í hesum døgum í Føroyum sum gestur hjá Felagnum Føroysk Ross, og fer hon leygardagin 20. august 2005 kl. 17 at hava eina framløgu av granskingarúrslitunum. Niðurstøðan í granskingararbeiðinum er, at føroyska rossið er egið slag, og at eingin ábending er um uppíblanding. Úrslitini eru somikið áhugaverd, at Sofia Mikko og tey ætla at gera fleiri kanningar og at skriva vísindagreinir um evnið.
Í fjør heyst fekk Nordisk Genbank Husdyr (NGH) tilfar um Føroyska rossið frá Gentilfeingisnevndini hjá Vinnumálaráðnum at leggja í teirra dátugrunn, ið er atgongdur á alnótini. Eisini føroyska gásin og føroyska dunnan eru lýst har. Leinkjan til føroyska rossið er:
asp.nordgen.org/husdyrdatabase/visrase.asp
NGH-dátugrunnurin er eitt týdningarmikið vindeyga út í heimin, og upplýsingarnar har eru at meta sum upplýsingar frá teimum almennu Føroyum. Næsta stigið verður dátugrunnurin hjá ST-stovninum FAO (DAD-IS).
Í 1880-unum var rossastovnurin í Føroyum umleið 800 ross; í 1960-unum, tá varðveitingararbeiðið byrjaði, vóru bert eini 4-5 føroysk ross eftir, og nú er stovnurin íalt gott og væl 40 ross, sigur Felagið Føroysk Ross í tíðindaskrivi.