Føroyska samfelagið ikki kosta meir

Sambandsflokkurin fer á val upp á búskaparmenning, orkumenning og kjarnuvælferð. Og so skal føroyska samfelagið rekast fyri somu krónuupphædd í 2016, sum tað kostar í dag, var boðskapurin á tíðindafundi gjáramorgunin

Tað var ein sera umfatandi valskrá, sum Sambandsflokkurin gjáramorgunin legði alment fram. Heilar 77 blaðsíður fylla ætlanirnar hjá flokkinum.
Høvuðsboðskapurin snýr seg um búskaparmenning, orkumenning og kjarnuvælferð.
Hallið á fíggjarætlanini skal burtur, og tað skal gerast við millum annað einari prístalsregulering av blokkinum, niðurskurði av rentustuðli og sjómannafrádrátti, og einum tilfeingisgjaldi á alla vinnuna.
- Eisini skal innkeypspolitikkurin hjá tí almenna regulerast soleiðis, at kapping verður millum fyritøkurnar at selja til tað almenna. Hetta er nakað, ið verður gjørt í Danmark, og varðisliga mett kunnu vit spara 50 milliónir krónur longu fyrsta árið við at samskipa innkeypini hjá tí almenna, sum keypir fyri tvær milliardir um árið, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum.
Hann metir, at at ein prístalsregulering av blokkinum fer at geva eitt stað millum 130 og 200 milliónir.
- Og tað kann passandi brúkast til at betra um korini hjá støkum uppihaldarum, sigur Kaj Leo Johannesen.
Búskaparligu tiltøkini skulu tryggja, at javnvág verður á fíggjarætlanini í 2014, og eitt hampiligt yvirskot í 2015.

Leggja dent á orku
Umframt búskaparmenning leggur Sambandsflokkurin stóran dent á orkumenning í síni valskrá.
Flokkurin sigur í valskrá síni, at »Sambandsflokkurin ásannar, at føroyingar og føroysk vinna fara at standa yvirfyri álvarsligum orkutrupulleikum komandi árini – hetta við varandi høgum olju- og elprísum. Verður einki gjørt fyri at loysa vaksandi orkutrupulleikarnar í samfelagnum, fer hetta at hava við sær lægri búskaparvøkstur, herundir ávirka privatu húsarhaldini og lønsemið í vinnuni. Haraftrat er vandi fyri færri pengum til vælferðartænastur, fráflyting og avtøku av virkjum í vinnuni«.
Flokkurin ætlar tí at leggja dent á alternativa orku so sum vind og vatn.
Sagt verður, at elektrifisering er neyðug, bæði av búskaparligum og umhvørvisligum ávum. Samstundis fer ein elektrifisering at hava hægri elnýtslu við sær, sum so aftur setur størri krøv til elframleiðslu og elkervi.
- Vit mugu taka upp samráðingar við SEV um, hvussu ognarviðurskiftini skulu vera frameftir, sigur Kaj Leo Johannesen og vísir til orkuætlanina, sum Johan Dahl legði fram fyrr í ár.

Almannaøkið ikki skerjast
Triðja fokusøki kallar flokkurin fyri kjarnuvælferð.
Flokkurin hevur seinasta valskeiðið umsitið økið við Rósu Samuelsen, og hóast tað er eitt tungt øki, ætlar Sambandsflokkurin ikki, at karmarnir skulu gerast trengri á almannaøkinum.
Tvørtur ímóti ætlar flokkurin at gera umstøðurnar betri á økinum, serliga tá talan er um rehabilitering av kropsliga og sálarliga veikum fólki.
- Um hetta merkir, at almannaráðið skal brúka meiri pening, so má sparast á onkrum øðrum øki, sigur Kaj Leo Johannesen.
»Tað almenna eigur at verða við til at nøkta ein grundleggjandi menniskjaligan tørv fyri allar borgarar – herundir tryggja og menna kjarnutænastur innan sjúkraviðgerð, heilsu, bústaðarmøguleikar, útbúgving og annað«, sigur flokkurin millum annað í 77 síður stóru valskrá síni.