Afturum føroyska fótbóltsmenning: Føroyski fótbóltsspælarin kann blíva betri
Føroyskur fótbóltur stendur frammanfyri stórari avbjóðing, um vit framhaldandi skulu kappingarfør við onnur lond. Tað er ikki longur nokk at tapa heiðurligt og samstundis liggja í egnum brotsteigi, men hvussu taka vit næsta fetið? Í greinarøð fer ÍtróttarSosialurin afturum menningina av føroyska fótbóltsspælaranum.
Ringt at greina føroyska fótbólt
Tað kann verða ringt at greina føroyskan fótbólt. Fyri fáum árum síðani vunnu vit tvær ferðir á Grikkalandi og í ár hevur U17 landsliðið verið til EM endaspælið. Fólk aðrastaðni standa spyrjandi, hvussu tað ber til.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Samstundis síggja vit eitt føroyskt A-landslið blíva spælt av vøllinum móti Sveis, U15 landsliðið hevur stórar trupulleikar í danskari liðkapping, U19 landsliðið tapir tvær ferðir fyri Luksemborg og U21 landsliðið er ikki kappingarført móti Litava.
Sólskinssøgan sum vakti okkum
Ei undur í, at fólk halda at fótbóltsmenningin í Føroyum stendur í fagrasta blóma. Í mai mánað var U17 landsliðið hjá dreingjum til EM endaspælið, eftir at hava vunnið seg víðari úr tveimum undankappingarbólkum.
Við sólskinssøguni kemur eisini eitt ynski um at røkka enn longri. Tað merkir at taka eitt stig afturat. Stigið, sum íslendingar millum annað hava tikið. Til EM endaspælið sóu vit eisini, hvussu langt tað er á mál við fótbóltsmenning í Føroyum.
Føroysku spælararnir høvdu snøgt sagt ongan møguleika móti elituni í Evropa. Tað er heldur ikki so løgið, tá vit hugsa um fólkatalið, men í føroyska fótbóltsheiminum verður víst á, at vit saktans kunnu røkka enn longri. Føroysku spælararnir venja als ikki á nóg høgum stigi, og venja heldur ikki eins nógv og mótstøðuspælararnir.
Serliga móti Fraklandi var munurin ræðandi stórur. Tað sæst eisini greitt, at føroysku spælararnir halta langt aftaná á fleiri økjum. Kropsliga var munurin stórur, men eisini tekniskt og ikki minst er ferðin og kvikleikin ein stór avbjóðing
Eftir tíggju ár sum U17 landsliðsvenjari veit Áki Johansen, hvat hann tosar um, tá hann eftir seinasta dystin sigur, at vit mugu uppraðfesta venjingina av kropsligari styrki og kvikleika.
U17 landsliðið var ein sólskinssøga, men ein sólskinssøga, sum vakti okkum. Sum vísti okkum á, at longri tú kemur – longri er á mál.
Hin veruleikin
Síðani hava vit sæð U15 landsliðið havt stórar trupulleikar í danskari liðkapping, men er tað so løgið, tá vit ikki samla spælararnar oftari á yngrum aldri?
Vit síggja nýggja árgangin av U17 landsliðnum tapa greitt í síni EM undankapping, men er tað so løgið, tá spælararnir als ikki eru klárir tekniskt, kropsliga og ikki minst taktist?
Vit síggja eisini eitt U19 landslið, sum tapir tvær ferðir 1-0 á Luksemborg í venjingardystum, men er tað so løgið, tá flestu spælararnir ikki eru best møguliga fyri, tí teir hava spælt fyri síni feløg stutt frammanundan.
Vit síggja U21 hava stórar trupulleikar í Litava, har heimaliðið vinnur 3-0, men er tað løgið, tá vit umframt áðurnevndu tingini, heldur ikki spæla venjingardystir við U21 landsliðnum. Í roynd og veru høvdu hvørki A-landsliðið ella U21 landsliðið eitt skot á mál úr vandamiklari støðu.
Vit síggja heilar U-landskappingar á tremur við stórsigrum – men hvør vinnur tá? Vit síggja nógvar venjarar uttan venjaraútbúgvin, sum gera tað av berum huga, men er tað nokk, um vit vilja í elituna?
Vit síggja føroysk fótbóltsfeløg brúka milliónir upp á bestu liðini,men krevja lítið og einki afturfyri – hví ikki heldur brúka pengarnar upp á at menna spælarar?
Skulu finna fram til hvat skal gerast
Ætlanin við greinarøðini er at lýsa støðuna í føroyskum fótbólti, tá tað kemur til menning av spælarum. At tosa við fólk, sum hava førleikar at síggja, hvat kann og skal gerast fyri at fylgja menningini í altjóða fótbólti. Tað sum fyrr var nokk, er ikki nokk longur. Føroyskur fótbóltur er komin á eitt hægri stig – og nú vilja vit víðari.
Landskappingin í Gibraltar er í rúkandi menning, og líkt er til, at vit tapa kappingina á styrkilistanum fyri landskappingar. Tað er ein vanlukka fyri føroyskan fótbólt, tí so missa vit eitt av plássunum í Evropa, sum gevur nógvar pengar og avbjóðingar til føroyskan fótbólt. Einki føroyskt lið er komið víðari í Evropa seinastu tvey árini, men fleiri teirra skulu hava rós fyri at hava uppraðfest evropaluttøkuna.
Luksemborg er í holt við at geva øllum pass, sum hava búð í landinum í eitt ár. Soleiðis kann landsliðið velja millum væl fleiri spælarar, meðan vit í Føroyum ikki klára at fáa spælarar sum Alex José dos Santos, Sorin Anghel og so mest aktuella spælaranum, Lukasz Cieslewicz, á landsliðið. Fótbóltssambandið meldar pass í pass-stríðnum, og tí standa spælararnir á egnum beinum.
Andorra hevur júst vunnið sín fyrsta altjóða landsdyst, sum var á heimavølli móti Ungarn. Eftir málleysa javnleikin millum Andorra og Føroyar, er ikki vist, at vit eru so nógv betri enn lítla fjallalandið. Skulu vit framhaldandi verða sterkast av smátjóðunum, og samstundis javnan bjóða sterkari mótstøðu av, verður neyðugt at finna fram til hvussu tað kann gerast.
Endamálið við greinarøðini er at samla góðu eygleiðingarnar og góðu ráðini, og vónandi finna fram til, hvussu vit í felag kunnu lyfta føroyskan fótbólt. Og vit byrja við byrjanini. Menningini av føroyska fótbóltsspælaranum.
Brot úr greinarøð í Sosialinum mánadagin 12. juni 2017