Tríggir føroyskir tónleikarar hava nú sína dagligu gongd í einum bygningi í Herlev, har teir hava savnað alla sína tónleikaútgerð. Herlev liggur stutt uttan fyri Keypmannhavn.
Róin Siggertsson hevur leigað seg inn í bygningin, sum er 256 fermetrar stórur, og hann hevur latið Terja Rasmussen og James Olsen pláss burturav.
- Eg havi arbeitt við hesum hugskotinum í longri tíð, og tá tað nú gjørdist veruleiki, vóru James og Terji eisini áhugaðir at koma inn, og teir hava so leigað høli frá mær, sigur Róin Siggertsson.
- Vit hava í grundini upptøkuútgerð hvør í sínum lagi, men vit ælta at samstarva um upptøkur og framleiðslu av tónleiki. Hetta er so nýtt, og tí er tað rættiliga opnið, hvussu vit fara at samstarva, men vit eru sinnaðir fyri øllum møguleikum, sigur Terji Rasmussen.
Hugsar um Danmark
Róin Siggertsson hevur fingist nógv við tónleik, síðani hann var heilt ungur. Hann hevur spælt nógv, gjørt sín egna tónleik, og hann hevur produserað tónleik fyri onnur - millum annað Tónar, Randarsól og ein írskan bólk, sum kallast Catcher.
- Mín tanki er at royna at koma longur við tónleikinum hjá mær. Eg havi givið tónleik út í Føroyum, men tað freistist eg ikki so nógv av í løtuni. Eg kundi hugsa mær at fingið møguleikan at givið okkurt út í Danmark, sigur Róin Siggertsson.
- Tað kemur væl við, at eg nú havi fingið so góðar umstøður at arbeiða undir. Tað skuldi gjørt møguleikan betur fyri at fingið okkurt gott burturúr, sigur hann.
- Tá tú fert inn í vanligt studio, er tað ofta sterilt og keðiligt, og taxametrið telir frá tí, at tú kemur inn. Tað kann geva tær nervar, áðrenn tú ert byrjaður at taka upp. Her er støðan ein heilt onnur, tí eg búgvi her, og øll útgerðin stendur klár at brúka døgnið runt.
Øll hugsandi útgerð
Terji Rasmussen hevur seinastu árini búð í Danmark, og har hevur hann gjørt nógv við tónleikin.
Meðan hann hevur verið búsitandi í Keypmannahavn, hava hann og Eyðun Nolsøe givið eina fløgu út við nýggjum sangum, umframt at 3'arin júst hevur givið ein savnsfløgu við sangum, sum teir báðir hava gjørt gjøgnum tíðina.
Nú brúkar Terji nógva tíð í Herlev.
- Her er øll hugsandi útgerð, sum eitt studio hevur brúk fyri, og tí eru vit førir fyri at taka fløgur upp frá byrjan til enda. Harafturat kunnu vit syrgja fyri, at tónleikur verður ljóðblandaður av royndum ljóðblandara, sigur Terji Rasmussen.
- Her eru møguleikar til at taka demofløgur upp, og her er eisini gjørligt at gera allar aðrar innspælingar. Hetta er rættiliga nýtt, og tí er tað púra opið, hvat vit kunnu brúka hetta studio til, sigur hann.
Undir nýggja útgávu
Terji Rasmussen, sum hevur verið fløguaktuellur fleiri ferðir seinnu árini, er í holt við eina útgávu, sum hann leingi hevur tosað um.
Talan er um eina barnafløgu við tónleiki, hoyrispæli og øðrum undirhaldi.
- Eg eri farin í gongd við hesa útgávuna, og eg vóni, at hon kann verða liðug og koma út á páskum komandi ár, sigur Terji Rasmussen.
Útgávan verður ein CD-Rom, sum skal upplivast á telduni. Umframt tónleikin og hoyrispæl, verður eisini gjørligt at uppliva animatiónir afturvið, og onkur smáspøl verða eisini løgd á fløguna.
- Hetta er eitt rættiliga umfatandi projekt, men tað er spennandi at fara í holt við tað, sigur Terji Rasmussen.
Spælir nógv
Terji Rasmussen spælir so at siga hvørt vikuskifti í danska høvuðsstaðnum. Hann hevur spælt einsamallur og saman við Eyðuni Nolsøe á Café Malmø, sum alsamt meira gerst eitt føroyskt vertshús.
Café Malmø liggur í Havnegade miðskeiðis í danska høvuðsstaðnum.
- Hvørt fríggjakvøld er okkurt føroyskt tónleikaundirhald, og tað ger, at nógvir føroyingar leita sær fram við. Spæli eg ikki, so er tað onkur annar føroyskur tónleikari, sum ger tað, sigur Terji Rasmussen.
Føroyingar hava sína føstu støð í náttarlívinum í Keypmannahavn, og fríggjakvøld eru tað alsamt fleiri føroyingar, sum leita sær inn á Café Malmø.
Nógv at tríva í
Í bygninginum í Herlev er nógvur aktivitetur.
Róin og James búgva har, og tað ger Terji eisini ein part av vikuni. Ein ketta, sum hevur fingið navnið Sas Squash gongur og melir millum teir.
Er tað ikki tónleikur, sum teir sita og arbeiða við, so er altíð okkurt at tríva í við at smíða ella fáa upp á pláss.
- Vit hava sera gott pláss, og vit halda, at møguleikarnar fyri at fáa studio rættiliga at virka eru góðir, sigur Terji Rasmussen.
- Umstøðurnar eru framúr, og tað er nógv av plássi. Ætlanin er, at her skal eisini vera møguleiki at taka myndir í einum serligum rúmi, og at gera til dømis kápur og annað arbeiði í sambandi við útgávur, sigur Róin Siggertsson.
- Alt er ikki klárt enn, men eg havi til dømis fingið gjørt ein lítlan konsertsal, har møguleiki er at spæla live, og har útgerðin altíð stendur tøk.
Arbeiða við sínum egna tónleiki
Róin Siggertsson arbeiðir við tónleiki undir navninum Sas Quash Productions, og Terji hevur sítt Sightseeing Productions.
Terji hevur ætlanir um at framleiða og upptaka tónleik fyri onnur, umframt at hann eisini arbeiðir við síni egnu barnaútgávu.
Róin ætlar sær at leggja seg meira eftir sínum egna tónleiki.
- Eg havi produserað rættiliga fitt av tónleiki fyri onnur seinastu tíðina, men nú havi eg betur hug til at arbeiða við mínum egna tilfari. Tað er eisini ein av týðandi orsøkunum til, at eg havi leigað meg inn í hendan bygningin, sigur Róin.
James Olsen, sum er triði maður undir takinum í Herlev, hevur nógv at gera í løtuni. Hann spælir við í bólkinum hjá Erann DD, sum er væl umtóktur á danska tónleikapallinum í løtuni.