Atli Hansen
??????????
Dastið av føroysku fjøl-miðlunum tykist at hava tað best við at dyrka tað negativa og tað gølukenda, tá ið tað snýr seg um føroysku vinnuna. Teir leggja lítið í at vera til staðar við tí góða orðinum tá íð tað gongur væl og tá íð framgongd við íløgum verður vekslað um til nýhugsan og frambrot. Lítil og eingin hugur er at bera tær ljósu søgurnar víðari, sum eisini standast av, at tað gongur væl.
Pelagiska vinnan er einki undantak. Nú hevur tað gingist væl í nøkur ár og tí hevur dúgliga verið sneytað í roknskapum fyri at vita, hvat yvirskotini hava verið og hvat tey verða nýtt til við tí undirtóna, at hetta helst rennur niður í nakrar reiðara- ella partaeigaralummar. Rækjuflotin við sínum undirskotum fekk toyggið í undanfarnu viku. Ókvalifiseraðar illgitingar um støddina av eginpen-inginum sum ein fylgja av uppskrúvaðum virðum á skipum hava avdúkað eina ófatuliga lítla vitan hjá blaðmanninnum um roknskaparliga eftirliti á hesum øki.
Serliga hava blaðmenn á Dimmalætting roynt at íðkað hesa grein og við jøvnum millumbilum verið teir ídnastu at finna sær eina rók at skapa sær livibreyð á í hesum samanhangi. Í seinastuni hevur tað so verið Georg L. Petersen, sum er komin aftur á vøllin sum umboð fyri henda bólkin í blaðhúsinum.
Fyrst royndu teir at finna út av, hví útlendskur kapitalur hevði so lætt spæl í føroysku fiskivinnuni. Teir funnu ikki út av nøkrum og máttu sleppa endanum. Seinni hevur Georg roynt at mistonkiliggera ein ávísan kapitalvøkstur í pelagiska flotanum og lýst tað sum nakað ivasamt. Hann hevur helst ikki funnið út av, at fleiri nðggj skip eru komin til landið. Man roknar helst við á blaðnum at hava eitt størri undirhaldsvirði við at illtonkja og skapa mystik enn bert at frøast saman við teimum, sum hava verið við til hesa framgongd. Hvaðani skulu íløgur í framtíðina koma, um tað ikki er frá vøkstri?
Í síni framhaldandi negativu herferð skal Georg nú royna at finna út av, hví íðnaðarbátar ikki kunnu fáa fiskiloyvi á sama hátt sum pelagisku skipini. Hví íðnaðarbátar ikki kunnu fiska sum nótaskip. Og tá ið hetta fyri honum er ein trupul spurningur, hevur hann fingið sær advokathjálp frá einum, íð av royndum eigur at vita nakað um málið.
Svarið er so einfalt sum tað, at hetta eru tveir ymiskir skipabólkar, sum hava fingið veiðu- og fiskiloyvir út frá ymiskum fortreytum. Frá byrjanini av hevur verið tosað um ídnaðarbátar við botntroli mótvegis trol- og nótaskipum, sum við nót síðani fyrst í 60-unum og flótitroli síðani 1976 hava roynt eftir uppsjóvarfiski. Í øllum okkara grannalondum er hetta eisini atskildir bólkar. Og tað slepst ikki ímillum teir.
Lógin um vinnuligan fiskiskap kann fáa skyldina fyri nógv og er helst ikki nakað meistaraverk innan lógarsmíð. Men á onkrum økjum er hon nóg greið m.a. í § 8. Har er tað blaðmaðurin villist í síni tulking, tá í hann sigur, at sama slag skip fáa ymiska viðgerð. Tað er ikki slagið av skipum, men hvønn fiski-skap, tey reka ella hvønn bólk, tey hoyra til, sum er avgerandi fyri hvørji loyvir tey fáa.
Tá ið blaðmaðurin enntá kan fáa tað til, at " nú er eingin møguleiki at keypa nýggjari og betri skip", so er hann farin heilt av kós og hevur valla skilt nakað sum helst av tí, hann roynir at fáa eina grein burtur úr. Tað er veiðuorka og ikki aldur og góðska, sum lógin um vinnuligan fiskiskap leggur til grund. Einhvør fær innflutningsloyvi til nýggjari og betri skip, men ikki við størri veiðu orku.
Í grein í Dimmalætting 12.10.04 við heitinum "Grundgevingar í leysari luft" nevnir Georg L. Petersen bæði Havørnina og Atlantsfarið sum dømir. Eitt sindur ógreitt um tey eru dømir um tað sama ella tað øvugta.
§ 7 í lógini um vinnuligan fiskiskap sigur greitt, at í minsta lagi 2/3 av ognarpeninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum skulu hava fast tilknðti til Føroyar. Allir (partaeigarnir) skulu vera skrásettir í fólkayvirlitinum seinastu 2 árini og allir skulu vera fult skattskyldugir í Føroyum. Eisini her her er lógin greið.
Hvørt mansbarn í Føroyum veit, at bæðið hesi nevndu skipini eru 100 % norsk ogn. At tann advokaturin, sum hevur verið ráðgevi í minsta lagi við keypi av øðrum av teimum nevndu skipum, eisini argumenterar fyri at tey skulu hava kvotur, er ikki so undarligt. Keypið skal rættvísgerast. Endamálið halgar gerðina. Fáa tey ikki kvotur frá pelagiska flotanum, herja tey væl á rækju-skipini ella barentshavstrolarnar, hóast tey út frá tí veruliga eigaraskaranum at døma ikki hava rætt til ein stert.
Leitar man upp roknskapartøl fyri hesi skip, kann man undrast yvir, at tílík projektir fáa loyvi til at akkumulera 10-tals milliónir í undirskot og tilsvarandi negativa eginogn í smápartafeløgum, uttan at nakar ger nakað við tað. Hetta var ein trupulleiki í 80-unum, sum nýggjar lógir vórðu gjørdar sum verja ímóti. Galda tær ikki fyri øll og serliga øll smápartafeløg? Ella hevur norski kreditorurin ("fyrrverandi" eigarin) kautionerað fyri partapeningin?
At landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og hansara umsiting tekur sínar avgerðir m.a. út frá lógini um vinnuligan fiskiskap, er einki at siga til. Hetta skulu teir gera eftir bestu sann-føring uttan mun til góðskuna av lógarsmíðinum.
Men landsstýrismaðurin hevur aðrar uppgávur enn at umsita. Hann kann (og skal) eisini reka politikk. Hann hevur til uppgávu at geva aktørunum á sínum málsøki bests møgulig kor, soleiðis at samfelagið sum heild fær sum mest burtur úr sínum tilfeingi. Og hetta kann hann gera við at hjálpa teimum, sum hava tað trupult eina tíð ella at ansa eftir har, sum tað gongur væl og at rudda upp í tí, sum onga meining hevur. Tað verður í dag í Fiskimálaráðnum nýtt alt ov nógv orka at viðgera mál umaftur og umaftur og harvið útseta seg sjálvan fyri eitt vaksandi trýst, sum er darvandi fyri alt virki á stovninum. Lat okkum fáa hesa orku umsetta til visiónir og arbeiði fyri at gagnnýta okkara tilfeingi best møguligt.
Fiskimálaráharrin eigur at hugsa stórt og breitt og ikki at lata sína tíð fara við smámálum. Og tá íð landsstýrismaðurin er úti í sínum politisku ørindum er tað hvørki blaðmanninum á Dimmalætting ella hansara advokathjálp, hann skal standa til svars yvirfyri, men bert sínum politiska baklandi ? samgongu og flokki.
Tá íð um fiskivinnuøki ræður og fyri at læra seg at hugsa positivt fari eg at mæla føroysku fjølmiðlun-um til at lesa tey bløð, sum koma út á hesum økinum í okkara grannalondum sum t.d.. Fiskifrettir, Fiskaren, Fiskeribladet, Fiskeritidende og Fishing News. Við hvørt kann ein gerast í góðum lag av at lesa tann positiva tíðindaflutningin í hesum bløðunum.
Við vón um betring.