Uppslagið lýsir heitini á mannakroppinum, og er tað fyrst og fremst ætlað børnum og ungum, so tey lættari kunnu læra at kenna hesi heiti. Uppslagið hevur A3-stødd og hevur tískil hóskandi stødd til til dømis at heingja upp í barnakømrum. Uppslagið er lagt við bleðli, so tað tolir at verða handfarið, verður skrivað í tíðindaskrivi..
Eisini vaksin, ið ikki kenna øll heitini, kunnu fáa stórt gagn av uppslagnum, ikki minst tey, ið hava tørv á heitunum í teirra starvi.
Á uppslagnum eru genta og drongur, og ávísir kropspartar eru teknaðir neyvari, tað er hond, fótur, høvur, eyga, oyra, munnur og tenn.
Miðað hevur verið eftir at gera uppslagið so námsfrøðiligt sum møguligt, so tað er lætt hjá børnum at skilja og læra.
Hetta uppslag hevur støði í einum størri uppslagi, 50 x 70 cm, ið varð gjørt í sambandi við eina verkætlan frá 2017, ið fevndi um, at allir barnagarðar, frítíðarskúlar, skúlar og frískúlar í Tórshavnar kommunu fingu slíkt uppslag.
Heitini til upprunaliga uppslagið vórðu ásett í samráð við Málstovuna og Nám. Harumframt varð leitað til heimildarfólk úti um landið. Eisini veitti Jóhan Hendrik W. Poulsen ráð, tá ið ivamál tóku seg upp. – Nøkur heiti eru sett afturat til hetta minna uppslagið. Umframt at spyrja heimildarfólk hevur Anfinnur Johansen, málfrøðingur, verið tikin við upp á ráð.
Uppslagið byggir sostatt á haldgott støði og er góðkent undirvísingartilfar hjá skúlum, frítíðarskúlum og barnagørðum.
##med2##
Stigtakari er Marjun A. Simonsen, málfrøðingur, ið hevur virkið Orðafragd. Teknað tær sera góðu og neyvu myndirnar hevur roynda listakvinnan, Astrid Andreasen.
Stuðlað útgávuni hevur Mentamálaráðið.
Uppslagið er í A3-stødd. Føroyaprent hevur sett upp og prentað, og prísurin er 100 krónur fyri fyri hvørt.
Uppslagið er ein góð jólagáva. Ein fyrimunur er eisini, at uppslagið ikki vigar nógv og tí er lætt at senda við posti, verður skrivað í tíðindaskrivi.