Leikaraummæli
1. Jákup Mikkelsen, Molde FK, 30 dystir/0 mál
At byrja við var als einki, sum bendi á, at hetta aftur skuldi gerast ein av teimum góðu dystunum hjá Jákupi. Hevði tvey stór mistøk fyri steðgin, harav annað kundi og hitt mundi kostað mál. Men lukkutíð vóru bæði stólpi og snúningur á bóltinum við á føroyska liðnum hesa løtuna. Spældi seg tó væl upp, og hevði nakrar klassa-bjargingar eftir steðgin, tá týskarar veruliga settu trýst á. Málini bæði fekk hann einki gjørt við, og niðurstøðan eftir hetta má verða, at tað skal vera meira enn løgið, um ikki okkurt felag stendur til reiðar at taka av, nú sáttmáli hansara við Molde rennur út.
2. Óli Johannesen, Hvidovre IF, 61/1
Føroyski liðskiparin var aftur eftir leikbann, og eftir kanska ikki heilt góða avrikið í Hannover, tóktist hann nú veruliga vera í essinum. Var framsíggin í fleiri førum, tá týskar royndir skuldu steðgast, og ikki minst hevði hann myndugleikan, sum skuldi til at stýra liðfeløgunum, tá føroyska verjan fyrstu løtuna av álvara skinklaði. Var sera drúgvur sum uppruddari eftir steðgin, tá tað fyri tað mesta skuldi sparkast burtur, og hevði enntá ta einu ferðina dirvi at koma fram við í eini av fáu føroysku álopsroyndunum.
3. Jóhannis Joensen, FS Vágar, 16/0
Tað var kanska væntandi, at hann hóast góða avrikið í Íslandi mátti byrja á beinkinum, men tá Súni Olsen varð skaddur, fekk hann aftur møguleikan, og aftur hesa ferð tók hann so dyggiliga av. Serliga fyri steðgin var samskiftið millum hann og Jákup á Borg fyrimyndarligt, soleiðis at týskarar fingu lutfalsliga fá álop upp í teirra síðu. Royndi ? tá møguleikin var til staðar ? at spæla heldur enn at sparka. Eftir at fleiri broytingar hendu í borðinum framman fyri hann, var síðan ikki eins tøtt, men eftir avrikini hesar báðar dystirnar er spurningurin, hvørt tíðin ikki er komin at seta hann fast millum teir fyrstu ellivu.
4. Pól Thorsteinsson, B36, 28/0
Hevði fyrra partin av fyrra hálvleiki stórar trupulleikar at plasera seg rætt í sera offensiva týska spælinum. Fleiri ferðir varð hann alt ov lætt yvirspældur, men hetta kostaði lukkutíð ikki nakað mál, og spakuliga kom hann alt meira fyri seg. Mundi í seinna hálvleiki vera ein teirra, sum stóð sterkastur í myndini, og ikki minst koma frálíku evni hansara at pilka bóltin av mótstøðuni ofta føroyska liðnum til góðar, tá harðast leikaði á.
5. Jón Rói Jacobsen, Brøndby IF, 12/0
Skaraði kanska eins nógv burturúr hesa ferð, sum hann hevur gjørt í fleiri av hinum dystunum, men hetta komst einamest av, at liðfelagarnir høvdu lyft spælið so nógv. Tí har er eingin ivi um, at Jón Rói røkti sína skyldu bæði væl og virðiliga. Tað ger snøgt sagt ikki mun, hvørjir mótstøðumenninir eru, og sum hann sjálvur hevur lagt støðið, so tykist tað mest sum veruleikafjart, at hann nakran tíð skal spæla ein vánaligan dyst.
6. Rógvi Jacobsen, HB, 21/2
Hevði saman við Pól stórar trupulleikar av høgru síðu hjá týskarunum fyrstu drúgvu løtuna. Men somuleiðis arbeiddi hann seg inn í dystin, og við kropsligu styrki síni fekk hann fleiri sent nakrar syngjandi taklingar inn á týsku kropparnar. Var eisini av fáu føroysku leikarunum, sum kundi matcha týsku stjørnurnar í loftrúminum, soleiðis at týskarar heldur ikki her fingu alt ov nógv at siga. Var enntá um reppið at fáa høvdið á frísparksinnlegg úr høgru beint fyri steðgin, men eitt langt týskt høvd fekk beint vandamestu føroysku atsóknina út til horna.
7. Fróði Benjaminsen, B68, 22/1
Hevur seinnu árini prógvað seg sum ein hin mest kompletti miðvallarin í føroyskum fótbólti. Krútsterkur, sum hann er, mundu nógvir týskarar fara eymir úr taklingum hansara, og við sínum góðu evnum og framúr eyga fyri spælinum, gekk mest sum alt tað føroyska álopsspælið, sum var, umvegis hansara føtur. Hóast hann at enda tóktist nóg so moyrur, var stríðsviljin alla tíðina í toppi, og at hann heldur ikki ræðist dómaran, prógvaði gula kortið, sum hann fekk, fyri eitt professionelt fríspark, har ein týskur kontra-møguleiki bara skuldi steðgast.
8. Julian Johnsson, B36, 51/3
Skuldi onkur gingið framvið Tórsvølli í dag, og sæð onkran í einum runudálkaðum landsliðsbúna runnið runt á vøllinum, so er tað heilt víst Julian Johnsson. Hvat kilometurteljarin vísti mikukvøldið, er vónleyst at meta um, men hann framdi ein ótrúligan arbeiðsinnsats á miðvøllinum. Var her og har og allastaðni, og hóast harða viðferð frá týskarum, so settist hann ikki einaferð aftur á at grenja, men helt á fram at takla við sama lag. Og hevði enntá í 85. minutti orku til at taka ein av langu raidunum niðaneftir síðuni í kanska bestu føroysku álopsroyndini. Hann ikki bara staðfesti, men sementeraði sína støðu á føroyska miðvøllinum hetta kvøldið.
9. Jákup á Borg, B36, 28/1
Hevði frá fyrsta bríksli sera gott samspæl við Jóhannis Joensen, tá týska álopsspælið skuldi steðgast, men hevði samstundis eisini dirvi til at vera við í tí sindri av framrættaðum, sum føroyingar stóðu fyri. Váti vøllurin tóktist tó at ávirka nakað, soleiðis at innleggini ikki vórðu heilt so neyv, sum tey vanliga eru, men tá hann hálvgum sjúkur bað um at verða skiftur, var tað kortini eftir eitt avrik, har sjúkan í øllum førum ikki sást á arbeiðspartinum.
10. John Petersen, B36, 47/6
Eins og í Íslandi, so var føroyski toppskjúttin ikki heilt so nógv við í spælinum, sum ynskiligt hevði verið. Eisini hóast arbeiðsinnsatsurin var stórur. Royndi tó nakrar ferðir at halda upp á bóltin, soleiðis sum hann plagar á liðnum, men váti vøllurin tóktist av álvara at arga hesar royndir. Var einar tríggjar ferðir eftir steðgin maðurin, sum kundi sett føroysk kontra ígongd, men royndi hvørja ferð torføru loysnina, soleiðis at álopini ikki gjørdust álvara. Kanska tí hann er ein leikari, sum helst skal hava nógva kontakt við bóltin, fyri at kunna geva sítt besta, og hendan fortreytin var ikki til staðar mikukvøldið.
11. Christian Høgn iJacobsen, NSÍ, 17/2
Var hesa ferð fluttur niðan í álopið, og har royndi hann sum frægast at stressa týsku verjuna saman við John. Hetta eydnaðist eisini nakrar ferðirnar, men nógv meira enn nakrar vunnar taklingar gjørdist tað ongantíð til. Varð seinni fluttur oman á høgru miðju fyri Jákup á Borg, og tóktist nakað darvaður av hesum skifti, áðrenn hann at enda mátti skiftast út eftir krampa í legginum. Næstan sum ímyndin av, hvussu nógv føroysku leikararnir høvdu ofrað seg ígjøgnum dystin.
14. Hjalgrím Elttør, KÍ, 8/0
Varð skiftur inn fyri Jákup á Borg, tá hesin ikki hevði meira eftir, og royndi eftir førimuni at vera við í spælinum. Føroyska liðið var tá dottið somikið langt aftur á vøllin, at tað sjáldan gjørdist til tað stóra spælið niðan eftir vøllinum, og kann tí illa dømast fyri avrikið.
18. Jann Ingi Petersen, B68, 4/0
Fekk seinastu løtuna á vøllinum fyri Christian Høgna Jacobsen, og tó at hann hesa løtuna fekk givið onkra roynd upp á framúr fótbóltsevnini, so var løtan ov stutt til at geva nakað veruligt skoðsmál.