Gunnar Justinussen greiðir frá í telefonini úr Reykjavík, at nýggja verkstaðið hjá honum er heilar 900 fermetrar til støddar, og sjey mans starvast á verkstaðnum.
Nógv til kundan
Tað eru nú trý ár síðani, at Gunnar Justinussen lat upp fyrsta verkstaðið í grannalandinum fyri vestan. Fríggjadagin lat so, sum áðurnevnt, tað níggjunda upp, so ikki kann sigast annað, enn at tað hevur gingið við rúkandi ferð hjá havnarmanninum.
- Verkstaðið eitur "pit stop", og talan er um eitt heilt nýtt konsept hjá Michelin. Michelin í Evropa hevur gjørt alt við innrættan, arbeiðsbúnum og øðrum. Hetta er eitt ótrúliga flott verkstað við góðum umstøðum til kundarnar. Til dømis er internet-kafé til kundarnar, og somuleiðis er møguleiki at keypa ymisk Michelin-klæðir og annað, sigur Gunnar Justinussen.
Verkstaðið hjá Gunnari er í einum eldri bygningi, sum hann hevur fingið fatur á, og sum er gjørdur í stand til endamálið. Av teimum 900 fermetrunum, ið Gunnar hevur at ráða yvir á verkstaðnum, eru teir 150 burturav til kundan, sigur hann.