HB skal verða eitt av feløgunum, sum sigst hava áhuga fyri fáa føroyska landsliðsframherjan. Eisini er áhugi úr Danmark og Íslandi.
Jóan Símun Edmundsson hevur fingið at vita, at hann onga framtíð hevur í í norska Tippiligu felagnum Viking Stavanger. Í seinastuni hevur ljóðað, at HB er eitt av fleiri føroyskum feløgum, sum hava spurt seg fyri hjá toftamanninum. Eisini er áhugi úr Íslandi og Danmark.
Leiðslan í HB avsannar, at teir hava verið í samband við Jóan Símun ella Viking, men leggur afturat, at ein spælari sum Jóan Símun sjálvandi er áhugaverdur fyri eitt felag sum HB.
Jóan Símun hevur sáttmála við Viking restina av árinum, so einki skiftið verður fyrr enn flytingarvindeygað letur upp í summar.
Júst sum Jóan Símun sá út til at verða fyrstur úti úr norska felagnum, so hevur hann spælt við eykaliðnum í gjár. Teir taptu 3-0 móti sterkari mótstøðu, men heimasíða hjá Viking Stavanger staðfestur stutt og greitt, at Jóan Símun var besti maðurin á vøllinum og átti lut í øllum tí framrættaða spælinum hjá eykaliðnum hjá Viking Stavanger.