Føroyskur áleypari til TB/FCS/Royn

Suðuroyingar hava í dag gjørt sáttmála við David Müller

TB/FCS/Royn hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við 18 ára gamla David Müller. Føroyski U-landsliðsspælarin hevur spælt við Vejle og AC Horsens frammanundan.

 

David Müller er áleypari og av stoltari fótbóltsfamilju. Hann er sonur fyrrverandi landsliðsspælaran, Jan Allan Müller, og abbasonur Hanneman Müller, sum í nógv ár spældi við VB.

 

Fyribils er talan um avtalu fyri seinnu hálvu av landskappingarárinum. David Müller hevur spælt á bæði føroyska U17 og U19 landsliðnum, men hetta er fyrstu ferð, at hann skal spæla í føroysku kappingini.

 

Suðuroyingar hava fingið eina góða byrjan upp á kappingarár og liggja á fimta plássi við 15 stigum. Felagið valdi fyri kortum at talan norskan áleypara fara heimaftur, tí hann var so illa skaddur. Nú hevur felagið so fingið ein at kalla lokal styrk.